Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 9

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 9
Skúlaskapur í Føroyum. 45 í Roskilde.1) Á hesum ráðgevaratingi var skúlamálið i Før- oyum eitt týdningarmikilt umtalsevni, og uppskot til skipan fyri føroyskum skúlaskapi var til umrøðu. Hetta uppskotið var komið úr Føroyum, mest sett saman av embætsmonnum har- uppi, ið allir vóru danskir; Føroyafólk var ikki spurt til ráðs og Føroyafólk hevði ongan útsending á tingi; ein danskur maður, »kanselliraad« Hunderup, ið eina tið verið hevði i Før- oyum, var av rikisstýri nevndur út at vera á Føroya vegna. Nú var ætlanin eina ferð fyri allar at fáa skil á skúlaskapinum i Føroyum, og hetta vildu teir gera við at føra inn eitt tvungið danskt skúlalag. Uundirvísingarmálið skuldi vera einans danskt; føroyskt mátti ikki nýtast utan til at læra bornini betur at fata og skilja danskt. Føroyskt var jú einki mál, einans eitt hjámál, og danskt var jú kirkjumálið. Uppskotið gekk út uppá, at fólkið skuldi tvingast til at byggja skúlar, gjalda skatt til lærararnar og lata born síni ganga í skúla hjá teim lærarum, ið prestarnir valdu til teirra. Endamálið var mest, at bomini skuldu læra at tala og lesa danskt, og skúlalærararnir skuldu, um neyðugt gjordist, tvinga bornini til at ganga í kirkju. Um hetta uppskotið var leingi røtt og tjakað;, flest allir limir av ráðgevaratinginum vóru stórir talsmenn fyri tí og bóru í bøtufláka fyri tí og serliga biskupurin Mynster. Teir hava ivaleyst allir talað og virkað í bestu meining og viljað Føroyum væl, men teir hava ikki haft fullgóða greiðu á føroyskum viðurskiftum og klára vitan um føroyskt andligt liv, um hugsunarhátt og lívssjón fólksins. Einans ein limur, prósturin Plesner, talaði heitt og hart móti hesum uppskoti; hann helt at tvungið skúlalag var skeivt, serliga her, hvar tað hevði víst seg, og hvat allir vóru samsintir í, at fólkið av sjálvum sær við heimaundirvísing kundi vinna framm áraka .onnur fólk í kunnugleika og dannilsi; hann helt, at Føroyingar sjálvir áttu at hava loyvi til eisini at bera framm teirra ætlan um hesa sak, og setti hann framm, at fólkið sjálvt átti at hava *) Eitt slíkt ráðgevarating var eftir lógboð frá Fríðriki kongi VI av 28. maj 1831 skipað fyri einstakar landspartar í Danmork (eitt fyri oynnar, eitt fyri Norðjútland, eitt fyri Suðurjútland og eitt fyri Holstein). Báðgevaratingið kom saman annað hvort ár. Tað kundi broyta lógir og siga ætlan og hugsan sína um nýggjar; grunđeigarar í býum og jarðareigarar úti á landinum valdu útsendingar; eisini vóru kongavalđir limir, og á vegna ríkisstýris møtti ein kongaligur um- boðsmaður (kommissarius).

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.