Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 3

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 3
Skúlaskapur í Føroyum. 39 Moller. Hann var væl lærdur maður, og vísti hug og dugnað í sínari skúlagerð; og nógvir lærusveinar komu á hansara dogum líka frá skúlanum á háskúlan í Keypmannahavn. Tað var, sum skúlin nú ernaðist upp móti deyðanum, ið nærkaðist Av monnum, ið gingu í skúla hjá honum, kunnu nevnast: prósturin Djurhuus, Nicolai Mohr (natúrfrøðingur), Jens Chr. Svabo (natúr- frøðingur og málgranskari), logmaður Hammershaimb og presturin J. H. Schroter, sum allir hava haft miklan týdning í Føroya landssðgu. Moller var leingi lærari; hann var nærlagdur, men kundi ikki so væl at læra frá sær, tí hann stamaði, var heldur harðlyntur og ertingasamur maður. Eisini danska skúlanum tók hann sær av, og táið deknurin doyði, las hann har danskt og katekismus við bðrnunum. Møller fekk læraralønina hækkaða, men hann var síðsti rektor við Havnarlatínskúla. Landfútin Hammershaimb skrivar 1807 til stiftamtmann Hauch, at síðani 1794 hava eingir næmingar verið í latínskúlanum í Havn. Mðller doyði 1804; og tá hevði skúlin, ið alla sína tið hevði drigist við ómegd og maktloysi, útlivað seg og var deyður í raki. Hin danski almenniskúlin í Havn, sum Hans Rasmussen hevði fingið í lag, livdi ella rættari andi eisini alla hesa tíðina undir ringum korum, og við hvðrt hvðrvur hann heilt burt úr sðguni. Eleiri ferðir var hugsað um at fáa í lag ein toliliga lðgligan danskan skúla, men einki kom nakrantíð burtur úr. — Undirvísingin var jú tær fyrstu undirgrundir i kristni, kate- kismus og so at lesa danskt, at skriva og rokna eitt sindur. Deknurin var jú tann, ið lærari skuldi vera, og fekk hann fyri hetta 16 gl. um árið frá presti; men nú táið rektor kom til latinskúlans, skulđi hann lata deknin fáa 6 gl. árliga, prestur læt hann so fáa hinar 10 (tí prestur behelt helvtina, 50 gl. av teirri løn, lærarin skuldi hava). Deknurin las við bðrnunum við hvðrt í latinskúlanum og við hvðrt heima hjá sær sjálvum — sum til bar. — Biskuparnir hava ivaleyst haft hug til at íbirta skipaðan skúla og hava roynt at geva leiðbeiningar, og eisini próstarnir i Eøroyum hava viðhvðrt borið framm uppskot hesum viðvikjandi. 1745 strevaðist Hersleb biskupur fyri at fáa góða greiðu á kirkjuroknskapunum i Føroyum; ti roknskaparnir vóru i langar tiðir ikki komnir til hans, og vildi hann nýta tann pening, ið kirkjunum ikki tarvaðist, til góða fyri skúlaskapi- num. Men hesum skapaðist einki burtur úr, tí kirkjupeningurin stóð og varð standandi fruktaleysur í handlinum í Havn. 1759

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.