Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 25
UTHEIMURIN.
riiáið her í hvorjum blaði av »Búreisingi« skal greiðast frá tí,
J- ið til hevur borist úti i heiminum, siðan síðsta blað kom,
so verður ikki so nógv lagt dent uppá at draga framm allar
teir einstaku hendingar, men heldur at sýna monnum, hvussu
streymrákið, hvussu sjóvarfallið er úti i mannaverðini, hvðHn
vegin streymurin rekur. Sum báturin ikki fullvæl ferðast á floti,
utan hann veit, hvussu sjóvað er, soleiðis við manninum og
mannaflokkinum. Eisini hann má — um hann tá yvirhovur vil
sigla skútu sina úr đeyðavatni út á streymsjógv — kenna eitt
sindur til teir streymar, ið rørast millum fólkafiokkarnar, fyri
at kunna stýra leiðir sínar framm. Ti tað er ikki einans í tí
havi, sum dunar um strendurnar, at streymar koma og fara;
eisini fólkahavið (tað havið, ið oll tey mongu, larmandi fólka-
slðgini eru) kennur streymar, harðan streym og spakan streym,
brodd og kyrrindi, eystfall og vestfall. Men nú er tað so, at
hesin fólkastreymurin (um eg so má nevna hann) ikki kann
fatast og skiljast utan i sambandi við fortíðina; av henni er
hann føddur og frá henni hevur hann sitt ættarmerki. Vit
duga ikki at fata tað, ið fyriferst i ár, og tann streymin, ið
rekur í dag, utan vit kenna tað, ið tildrógst, og tann streymin,
ið hevur rikið, tey nógvu árini frammanundan. Vit vilja tí her,
fyri tess betur at fata okkara dagar, kasta eyguni aftur um
bak og vinna okkum eitt stutt yvirlit yvir heila tí beint nú
farna hundraðárinum. Men fyri tess betur at fata eisini, hetta
hundraðárið, vilja vit taka eitt enn styttri yvirlit yvir alla
heimsins sðgu sum virkandi á og skapandi teir dagar, vit nú liva i.
Eg segði orðið: fata. Ti má eg skunda mær at leggja
aftrat, at um ein maður nýtti alla ævi sina til at vinna sær
kunskap í mannasðguni, lærdi hann tó aldrin til fulna at fata
teir đagar, hann sjálvur livdi í. So táið eg her tali um at fata,