Búreisingur - 15.03.1902, Side 25

Búreisingur - 15.03.1902, Side 25
UTHEIMURIN. riiáið her í hvorjum blaði av »Búreisingi« skal greiðast frá tí, J- ið til hevur borist úti i heiminum, siðan síðsta blað kom, so verður ikki so nógv lagt dent uppá at draga framm allar teir einstaku hendingar, men heldur at sýna monnum, hvussu streymrákið, hvussu sjóvarfallið er úti i mannaverðini, hvðHn vegin streymurin rekur. Sum báturin ikki fullvæl ferðast á floti, utan hann veit, hvussu sjóvað er, soleiðis við manninum og mannaflokkinum. Eisini hann má — um hann tá yvirhovur vil sigla skútu sina úr đeyðavatni út á streymsjógv — kenna eitt sindur til teir streymar, ið rørast millum fólkafiokkarnar, fyri at kunna stýra leiðir sínar framm. Ti tað er ikki einans í tí havi, sum dunar um strendurnar, at streymar koma og fara; eisini fólkahavið (tað havið, ið oll tey mongu, larmandi fólka- slðgini eru) kennur streymar, harðan streym og spakan streym, brodd og kyrrindi, eystfall og vestfall. Men nú er tað so, at hesin fólkastreymurin (um eg so má nevna hann) ikki kann fatast og skiljast utan i sambandi við fortíðina; av henni er hann føddur og frá henni hevur hann sitt ættarmerki. Vit duga ikki at fata tað, ið fyriferst i ár, og tann streymin, ið rekur í dag, utan vit kenna tað, ið tildrógst, og tann streymin, ið hevur rikið, tey nógvu árini frammanundan. Vit vilja tí her, fyri tess betur at fata okkara dagar, kasta eyguni aftur um bak og vinna okkum eitt stutt yvirlit yvir heila tí beint nú farna hundraðárinum. Men fyri tess betur at fata eisini, hetta hundraðárið, vilja vit taka eitt enn styttri yvirlit yvir alla heimsins sðgu sum virkandi á og skapandi teir dagar, vit nú liva i. Eg segði orðið: fata. Ti má eg skunda mær at leggja aftrat, at um ein maður nýtti alla ævi sina til at vinna sær kunskap í mannasðguni, lærdi hann tó aldrin til fulna at fata teir đagar, hann sjálvur livdi í. So táið eg her tali um at fata,

x

Búreisingur

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.