Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 14
50
Skúlaskapur í Føro.yum.
garnir í đagligum skúlavirki í Havnar almenniskúla. Skúlin
stýrist av skúlayvirráðnum.
Yeturin 1899—1900 varð íbirtur fólkaháskúli í Føroyum
eftir donskum mynstri. í fyrstuni mátti leigast hus, men nú
eru gjorđ nýggj skúlaliús í Fogrulíð á Borðoy. A skúlanum
verða hildnir fyrirlestrar, kent verður i føroyskum og donskum
máli, mannasogu (serliga hinni føroysku) og natúrlæru o. s. fr.;
á hesum skúla er i;ndirvísingarmálið føroyskt. Næmingarnir
eru nú o. u. 20, og hevur skúlin beint nú fingið stuđning úr
ríkiskassanum (500 kr. árliga). Næmingar, ið biðja um tað,
kunnu fáa studning á ýmsan hátt: 1) frá amti, 2) frá logtingi,
3) úr einum lítlum grunni í Havn.
I 1896 var reistur á fót ein landbúnaðarskúli í Kirkjubø,
hvar ein køn undirvísing og rættleiðing kundi gevast í dagligum
bóndaarbeiði og mjólkarøking eftir nýggjum máta og við nýggjum
amboðum; eisini var givin lærdómur i kemi, plantalæru o. s. fr.
Skúlin hevði studning úr ríkiskassanum (1500 kr.), men hesin
studningur er nú hildin uppat; enn tekur tó skúlin mót næmin-
gum, ið læra vilja jarðabrúk og mjólkarøking.
Fyri nokrum árum síðani varð fingin í lag ein skipara-
skúli í Havn, hvar ungir Føroyingar kunnu vinna sær prógv.
so teir fáa loyvi til at føra fiskaraskip. Endiliga eru fyri kortum
stovnaðir vevnaðarskúlar íHavn, hvar ungar moyggjar kunnu læra
at veva alskyns búnyttur eftir føroyskum og útlendskum mynstrum.
Táið allir hesir seinast nevndu skúlar eru undantiknir,
so hava vit altso nú i Føroyum: ein læraraskúla, ein realskúla,
og almenniskúlar viða hvar. Tann spurningur kann altíð setast
framm: er skúlaskapurin í Føroyum i fullgóðum standi? Og uppá
henda spurningin hevur so ofta verið svarað við hesari atfin-
ninginni, ein atfinning, ið vit ikki her vilja døma um, hvat rætt
ella rangt kann vera í henni: Skúlaskapurin i Føroyum er ov
litið føroyskur Skúlin er ikki bygdur á heimligari, føroyskari
grund, hann hevur leyst undir fótum, andin hans er ikki
kveikjandi, fjálgandi og útbúgvandi, soleiðis sum tað best
hóskaði fyri eitt íøroyskt barnssinni.
Utdannilsið ílæraraskúlanum í Havn er ikki so gott
og fullbúgvið, sum tað kundi eftirynskjast; lærdómurin er
mangan væl so ólagaligur og óhentur. Tað sýnist skeivt, at
lærarar fyri føroyskum bornum ikki læra føroyskt í læraraskúla-
num. (Føroyingafelag í Havn, ið íbirtist 1889, hevur sent