Búreisingur - 15.03.1902, Side 14

Búreisingur - 15.03.1902, Side 14
50 Skúlaskapur í Føro.yum. garnir í đagligum skúlavirki í Havnar almenniskúla. Skúlin stýrist av skúlayvirráðnum. Yeturin 1899—1900 varð íbirtur fólkaháskúli í Føroyum eftir donskum mynstri. í fyrstuni mátti leigast hus, men nú eru gjorđ nýggj skúlaliús í Fogrulíð á Borðoy. A skúlanum verða hildnir fyrirlestrar, kent verður i føroyskum og donskum máli, mannasogu (serliga hinni føroysku) og natúrlæru o. s. fr.; á hesum skúla er i;ndirvísingarmálið føroyskt. Næmingarnir eru nú o. u. 20, og hevur skúlin beint nú fingið stuđning úr ríkiskassanum (500 kr. árliga). Næmingar, ið biðja um tað, kunnu fáa studning á ýmsan hátt: 1) frá amti, 2) frá logtingi, 3) úr einum lítlum grunni í Havn. I 1896 var reistur á fót ein landbúnaðarskúli í Kirkjubø, hvar ein køn undirvísing og rættleiðing kundi gevast í dagligum bóndaarbeiði og mjólkarøking eftir nýggjum máta og við nýggjum amboðum; eisini var givin lærdómur i kemi, plantalæru o. s. fr. Skúlin hevði studning úr ríkiskassanum (1500 kr.), men hesin studningur er nú hildin uppat; enn tekur tó skúlin mót næmin- gum, ið læra vilja jarðabrúk og mjólkarøking. Fyri nokrum árum síðani varð fingin í lag ein skipara- skúli í Havn, hvar ungir Føroyingar kunnu vinna sær prógv. so teir fáa loyvi til at føra fiskaraskip. Endiliga eru fyri kortum stovnaðir vevnaðarskúlar íHavn, hvar ungar moyggjar kunnu læra at veva alskyns búnyttur eftir føroyskum og útlendskum mynstrum. Táið allir hesir seinast nevndu skúlar eru undantiknir, so hava vit altso nú i Føroyum: ein læraraskúla, ein realskúla, og almenniskúlar viða hvar. Tann spurningur kann altíð setast framm: er skúlaskapurin í Føroyum i fullgóðum standi? Og uppá henda spurningin hevur so ofta verið svarað við hesari atfin- ninginni, ein atfinning, ið vit ikki her vilja døma um, hvat rætt ella rangt kann vera í henni: Skúlaskapurin i Føroyum er ov litið føroyskur Skúlin er ikki bygdur á heimligari, føroyskari grund, hann hevur leyst undir fótum, andin hans er ikki kveikjandi, fjálgandi og útbúgvandi, soleiðis sum tað best hóskaði fyri eitt íøroyskt barnssinni. Utdannilsið ílæraraskúlanum í Havn er ikki so gott og fullbúgvið, sum tað kundi eftirynskjast; lærdómurin er mangan væl so ólagaligur og óhentur. Tað sýnist skeivt, at lærarar fyri føroyskum bornum ikki læra føroyskt í læraraskúla- num. (Føroyingafelag í Havn, ið íbirtist 1889, hevur sent

x

Búreisingur

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.