Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 19

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 19
SðG-AN um eina mommu. (H. C. Andersen: Historien om en Moder. Týtt hevur Marie Mikkelsen). I7Ú11 mamma sat nppi yvir sínum sjúka barni. Hon var so -A sorgarbundin og hon óttaðist fyri, at tað skuldi doyggja. Tað var so bleikt; tey smáu eyguni vóru afturlatin; tað dró andau so spakuliga, djúpt upp imillum, sum sukkaði tað; og enn meira sorgarbundin hugdi mamman at tí litla barna- kindinum. Tá bleiv pikkað uppá dyrnar, og inn kom ein fátækur, gamal maður, sveipaður inn i eitt ullint plagg; tað vermir, og tað kundi hann treingja til, tí kaldur vetur var; alt fyri utan lá undirkavað og hann frysti og vindurin blæsti, so tað skar i anliti. Av tí, at tann gamli maðurin skalv av kulda og tað lítla barnið durvaði eina lðtu, reistist mamman fyri at seta drekka í einum lítlum krúsapotti inn í ovnin at heita tað til hansara; og tann gamli maðurin sat og vaggaði og mamman setti seg á sessin tætt hjá honum, hugdi at sínum sjúka barni, sum so tungliga dró andan og lyfti upp sína litlu hond. »Trýrst tú ikki, eg behaldi hann?« spurdi hon. »Yár- harri vil ikki taka hann frá mær*. Og tann gamli maðurin, tað var sjálvur deyðin, skákaði hðvdinum so undarliga; tað kundi úttýðast bæði sum játtandi og noktandi. Og mamman hugdi niður í fangið; hon græt; hðvd hennara tyngdist; í trý samdðgur hevði hon ikki blundað, og nú svav hon, tó bert eina lðtu, so hvak hon upp og skalv av kulda. »Jesus náði meg!« segði hon, og hugdi seg um; men tann gamli maðurin var hvorvin, og hennara litla barn var hvorvið; hann hevði tikið tað við sær. Og yviri i krókinum surraði og surraði tann gamla klokkan; tað stóra blýloddið rann lika niður á gólv, bum — og so stóð eisini klokkan kvir. 5*

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.