Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 10

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 10
46 Skúlaslcapur í Føroyum. loyvi til at velja sær skúlalærarar og helt, at undirvísingin beinast átti at vera á føroyskum máli. Men eingin í allari ráðgevara- samkomuni hevði nakra hylling á føroyskum máli.—Yarð so talan á tingi hesari sak viðvíkjandi so endað, at uppskotið við smáum hroytingum varð lóg. og vit fingu hinar »bráðfengis reglur fyri almenniskúlaskapi í Føroyum« (provisorisk Reglement for Almue- skolevæsenet paa Færðerne) 28 maj 1845; og varð so hetta ført inn á bygd. Men fólkinum dámdi ógviliga litið eitt slíkt tvungið skúlalag, ið var komið oman yvir tað, utan at tað sjálvt visti av, og viljin var ikki stórur til at gjalda skúlaskatt. Heima- undirvísingin datt burtur, tí foreldrini hildu, at skuldu tey gjalda skatt til lærarans, so skuldi hann eisini einsamallur læra bornini, og lærararnir dugdu ikki at koma sær í gótt samljóð við forelđrini um skúlagerðina. Illviljin var stórur millum manna, og prestarnir fóru at gremja seg um, at bornini nú, táið tey gingu til, stóðu nógv til afturs í kunnugleika og ikki vóru so ferm og rðsk sum áður, táið foreldrini sjálv lósu við teim og lærdu tey. Fylgjan av hesum varð, at amtmaðurín fyrst 1848 bað um, at hesar skúlareglur fyri fyrst máttu strikast, og síðani at menn úr ðllum oynnum, prestar, lærarar, bøndur o. aðr. komu saman til funds í Havn í marts 1849 til tess at tala um skúla- standin og samráðast um, hvat gerast skuldi. Flest ðllum stóðst við tann tvungna skúlaskapin, og vildu teir hava hann burtur- sagdan, tí fólkið hevði so hart ímóti honum, og hann soleiðis gjðrdi meiri illt enn gótt. A sama fundi varð borið uppá mál, um tað kundi vera neyðsýnligt at fáa í lag ein størri og hægri skúla í Havn. Nakrir vóru fyri at fáa ein »lærdan« skúla, sum vildi vera nærum tað sama sum latínskúlin, ið áður hevði verið; men teir flestu mæltu fyri, at tað besta var at fáa ein realskúla reistan á fót. Hetta er grundarlagið fyri lógini av 1 marts 1854- um skúla- og undirvísingarlag í Føroyum. Henda lógin ásetir, at úti á bygd skal allur almenniskúlaskapur takast av og forel- drini sjálv skulu hava rætt og frælsi til at bera umsorgan fyri upplýsing av bðrnum teirra. Tó skuldu prestarnir og ein »undir- vísingarnevnd« (sett saman av 2—3 bygdamonnum og presti) ansa eftir, at ðll bðm fingu slika undirvísing, ið hildin var at vera neyðug (danskan lestur og trúarlæru); men í Havn skal vera ein almenniskúli og ein realskúli fyri dreingir. Skúlaskapurin úti á bygd hevur soleiðis gjðrt stór reiggj: fyrst bara heimaundirvising, so bara tvangskúli, síðani einki og endiliga eitt sindur av báðum.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.