Búreisingur - 15.03.1902, Side 10
46
Skúlaslcapur í Føroyum.
loyvi til at velja sær skúlalærarar og helt, at undirvísingin beinast
átti at vera á føroyskum máli. Men eingin í allari ráðgevara-
samkomuni hevði nakra hylling á føroyskum máli.—Yarð so talan
á tingi hesari sak viðvíkjandi so endað, at uppskotið við smáum
hroytingum varð lóg. og vit fingu hinar »bráðfengis reglur fyri
almenniskúlaskapi í Føroyum« (provisorisk Reglement for Almue-
skolevæsenet paa Færðerne) 28 maj 1845; og varð so hetta ført
inn á bygd. Men fólkinum dámdi ógviliga litið eitt slíkt
tvungið skúlalag, ið var komið oman yvir tað, utan at tað sjálvt
visti av, og viljin var ikki stórur til at gjalda skúlaskatt. Heima-
undirvísingin datt burtur, tí foreldrini hildu, at skuldu tey
gjalda skatt til lærarans, so skuldi hann eisini einsamallur læra
bornini, og lærararnir dugdu ikki at koma sær í gótt samljóð við
forelđrini um skúlagerðina. Illviljin var stórur millum manna,
og prestarnir fóru at gremja seg um, at bornini nú, táið tey
gingu til, stóðu nógv til afturs í kunnugleika og ikki vóru so
ferm og rðsk sum áður, táið foreldrini sjálv lósu við teim og
lærdu tey. Fylgjan av hesum varð, at amtmaðurín fyrst 1848
bað um, at hesar skúlareglur fyri fyrst máttu strikast, og síðani
at menn úr ðllum oynnum, prestar, lærarar, bøndur o. aðr. komu
saman til funds í Havn í marts 1849 til tess at tala um skúla-
standin og samráðast um, hvat gerast skuldi. Flest ðllum stóðst
við tann tvungna skúlaskapin, og vildu teir hava hann burtur-
sagdan, tí fólkið hevði so hart ímóti honum, og hann soleiðis
gjðrdi meiri illt enn gótt. A sama fundi varð borið uppá mál,
um tað kundi vera neyðsýnligt at fáa í lag ein størri og hægri
skúla í Havn. Nakrir vóru fyri at fáa ein »lærdan« skúla, sum
vildi vera nærum tað sama sum latínskúlin, ið áður hevði verið;
men teir flestu mæltu fyri, at tað besta var at fáa ein realskúla
reistan á fót. Hetta er grundarlagið fyri lógini av 1 marts 1854-
um skúla- og undirvísingarlag í Føroyum. Henda lógin ásetir,
at úti á bygd skal allur almenniskúlaskapur takast av og forel-
drini sjálv skulu hava rætt og frælsi til at bera umsorgan fyri
upplýsing av bðrnum teirra. Tó skuldu prestarnir og ein »undir-
vísingarnevnd« (sett saman av 2—3 bygdamonnum og presti)
ansa eftir, at ðll bðm fingu slika undirvísing, ið hildin var at vera
neyðug (danskan lestur og trúarlæru); men í Havn skal vera ein
almenniskúli og ein realskúli fyri dreingir. Skúlaskapurin úti á
bygd hevur soleiðis gjðrt stór reiggj: fyrst bara heimaundirvising,
so bara tvangskúli, síðani einki og endiliga eitt sindur av báðum.