Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 15

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 15
Skúlaskapur í Føroyum. 51 bønarbræv inn til skúlayvirráðið um at fáa føroyskt inn í lærara- sknlan, men hesum er ikki játtað). Og tað sýnist skeivt, at teir tilstundandi lærararnir so lítið læra um Føroyar (sðgu og natúr lanđsins, djóra- og plantalív o. s. fr.). Næmingarnir fáa ivaleyst eina góða vitan á mangan hátt, men teir læra ovlítið av tí, ið fyri lærarum er so ómetuliga týdningarsamt, at fara við, læra og draga upp bðrn, soleiðis sum nútíðin krevur tað, at gera skúlagang til eina gleði og eitt spæl fyri bðrnum. — Real- skúlin er ikki so nógv søktur sum hann kundi verið; eisini her er tíðin lærdómurin ólagaligur, mátin tvðrballutur og luftin óføroysk og minni heimlig; fáir næmingar hava bindindi og áhuga til at vinna framm til preliminerexamen. Soleiðis hevur verið sagt um teir hægru skúlarnar. Og so almenniskúl- arnir? Uti á bygd eru skúlastovurnar ofta ófýsiligar og ónoss- ligar, og skúlarnir eiga ikki nóg mikið av undirvísingaramboðum (t. d. bøkur, landkort o. a. m.). Lærararnir hava stundum ikki kunskap og andliga ífyllu og skúlasans til fulna; teir hava verið nógv ovillað lønaðir, so teir muga hava nýtt frílotur sínar til at strevast fyri at vinna sær tað dagliga breyð, og hava teir soleiðis ikki haft stundir og ráð til at vinna sær fleiri og betri kunskapar, ið so aftur koma kundu bðrnunum til góða. Ofta missa teir soleiðis hug og kærleika at skúlaarbeiðinum. Lærarin hevur sum oftast ovnógv bðrn um at vera, so hann møðist og fellur í fátt. Og tað sýnist at vera skeivt, at hann skal ganga um, hús úr húsi, í kosti. Foreldrini hava ofta ikki tað rætta skil og ta røttu hugleiðing uppá skúla og skúlasak yvirhðvur, tey skilja ofta ikki, hvat týdning lærdómur hevur; tey lata bðrnini nógv ov ofta vera burtur frá skúla, koma sær ikki i gott samljóð við læraran, men aftur ímóti mangan ilskast og meinskast við hann, og mangastaðnis verða. bornini ikki heima hildin nógv til at lesa. Bðrnini sjálv missa ofta frá fyrsta degi hugin til og gleðina yvir at ganga í skúla. Tað hevur upp- aftur her verið sagt, at grundin til, at bðrnini missa skúlalystin, er at finna í málviðurskiftunum: Barnið byrjar frá fyrsta degi — sigst tað — at lesa eitt mál, tað ikki hevur hoyrt fyrr og og sum tað ikki skilir, og so fellur hugurin; og alla skúlatíðina ígjðgnum kemur tað stundum at standa skilaleyst, deyvt og kalt og gáloysið uppi yvir ðllum skúlaarbeiði. Tað er í fyrstuni, barnið skal takast og at tað skal fáa yndi til og finna stuttleika í at lesa og hoyra, men táið barnið stigur inn um skúlagátt, finnur

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.