Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 11

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 11
Skúlaskapur í Føroyum 47 Lógin ásetir, at skúlaviðurskiftini i Havn skulu stýrast av einari skúlanevnd (sett saman av presti, 3 Havnarmonnum, valdum av logtingi, og fyrsta læra'ra við realskúlan) og av einum skúla- yvirráði (sett saman av amtmanni, prósti og einum lðgtings- manni, va.ldum av logtingi); hetta eigir eisini yvirumsjón og ráð yvir undirvísingini úti á bygd. Yið almenniskúlan skuldi vera ein lærari, og bðrnini skuldu býtast í tveir »klassar« — seinri eru komnir tveir lærarar og ein lærukvinna, og bðrnini eru býtt í fleiri »klassar«. Lærdómurin skuldi vera: trúarlæra, danskt mál, skriving, rokning, Danmarkar sðga og lanđafrøði; — seinri er afturatkomið sangur, fimleiki, svymjing, handarbeiði, tekning og djóralæra; og skúlabøtur eru álagdar. Yið lóg av 16 febr. 1866 fær almenniskúlin eina serskilaða skúlanevnd fyri seg, sett saman av presti og tveimum borgaratingmonnum. Sum viððking og broyting av skúlalóginni 1854 er komin kunngerð frá kirkju- og skúlastýri av 25 juni 1896 um almenniskúlan í Havn. I árinum 1861 varð realskúlin stovnaður. Lógin 1854 ásetir, at við skúlan skuldu vera tveir lærarar og tveir »klassar«; seinri er komin ein lærari afturat, og eru nú tríggir »klassar«; og hava eisini gentur fingið loyvi til at ganga í skúlan. Lær- dómurin skuldi vera: Danskt mál (lestur, orðalæra og skalđ- skapur), trúarlæra, skriving, rokning, veraldarsoga, landafrøði, eingilskt, týskt og franskt mál, mathematik, tekning, djóra- og plantalæra, natúrfrøði, sangur og fimleiki; — seinri er afturat komið norrðnamál (og herundir eitt sindur føroyskt). hTæmin- garnir skulu gjalda 48 kr. árliga i skúlapeningi, tó skulu vera 12 frisessar til evnagóðar og nærlagdar næmingar. Skúlin stýrist av einari skúlanevnd, sett saman av presti, trimum Havnarmon- num, valdum av logtingi, og fyrsta lærara. Skúlin fekk (1891) loyvi til at halda »preliminerexamen« eftir lóg av 30 august 1881. Sum viðoking og broyting av skúlalóginni 1854 er komin kunngerð frá kirkju- og skúlastýri av 25 apríl 1900 realskúlanum í Havn viðvíkjandi. Ogn og inntðkur skúlaskapsins og serliga realskúlans eru m. a. hesar (jfr. lóg 1854): 1) 6000 riksdálar við sðlu av lðgmannsgarðinum á Steig í Sandavági, jfr. kgl. avgerð 7 jan. 1829. 2) 112 rd. av kongaliga handlinum og so árliga 400 rd. av yvirskoti handilsins, so leingi hann varð førdur, jfr. kgl. avgerð 18 apríl 1832. 3) Alt tað, ið latínskúlin átti. jfr. kgl. avgerð 14. jan. 1829.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.