Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 16

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 16
52 Skúlaskapur í Føroyum. tað nakað, sum ikki er tí heimligt og sum tað ikki kennist við; tað kemur inn í eina aðra luft og skal nú nýta eitt annað mál. enn tað nýtir heima og millum spæluborn sini; alt tað, ið tað kendi, rópast her við ððrum novnum, sum tað onga veit greiðu á. Bindið verður lagt um eyguni á tí, alt melur í klingur fyri tí. Skúlin verður ikki eitt heim, sum hann átti at verið. Tað er tí skeivt, at undirvísingarmálið er danskt, og at allar læru- bøkurnar eru á donskum máli, at barnið skal lærast upp i einum ððrum máli enn tað, ið móðirin talar við tað, og at hin kristna læran skal gevast ti á einum ókunnigum máli. Lærdómurin er ikki lagaligur fyri føroysk bðrn yvirhðvur, ti hann hvíiir ikki á heimligum, dyggum botni, tað verður ovlítið lært um heim- landið sjálvt og um alt tað, ið tí viðvíkir; og eigir alt hetta at koma fyrst, síðani kann barnið hoyra og læra um annað. Lær- dómurin kann ikki ilna, eggja og hugfanga bðrnini, einki fær sinni teirra at sláa neistar og sál teirra at gløða, tí hann eigir ikki rættuliga samljóð og heimvist í anda, skapi og livi fólksins. Ja, soleiðis hevur ofta verið svarað, táið spurt hevur verið: Er skúlaskapurin i Føroyum i fullgóðum standi? Tað kann ti ætlast, at heila skúlasakin i Føroyum hereftir vil havast á lofti saman við spursmálinum um málviðurskiftini. Um rætt ella órætt í hesum spursmáli skal her als ikki dømast. Eg havi einans drigið hetta framm her fyri at sýna, at tann almenna interessan fyri skúlaskapi yvirhðvur í Føroyum nú er sterk og livanđi. Men so hevur eisini aftrat hesum fyrsta spurningi ein annar verið gjðrdur: Hvat skal so gerast fyri skúlaskapinum í Føroyum ? Og hevur so stundum verið svarað: Skúla- málið er ein hin størsta og týdningarmiklasta sak, eitt fólk eigir, tí heri stendur ella fellur hin komandi slektin og hin komandi tíðin. Skúlaskapurin i Føroyum má broytast og um- skapast. Føroyar eiga at fáa ein »lærdan« skúla ella latínskúla aftur. Nú eru aðrar tíðir í Føroyum enn táið hin gamli latin- skúlin var á lívi: landið er ríkari, lívið bjóðar størri mál, fólkið er nógv meira, tað hevur hug at koma sær frammá og vinna sær kunnugleika, hevur kent seg sjálvt sum ein tjóðflokk og hevur sett sær hðg tjóðskaplig mið, so tað er eyðvitað, at fólkið má eiga sær góðar, lærdar og andliga sjálvbjargnar menn. Men vegurin er langur og kostingasamur fyri flest ðllum at fara út til Danmarkar heilt á ungum aldri, og er tað ofta so skikkað.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.