Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 16
52
Skúlaskapur í Føroyum.
tað nakað, sum ikki er tí heimligt og sum tað ikki kennist við;
tað kemur inn í eina aðra luft og skal nú nýta eitt annað mál.
enn tað nýtir heima og millum spæluborn sini; alt tað, ið tað
kendi, rópast her við ððrum novnum, sum tað onga veit greiðu
á. Bindið verður lagt um eyguni á tí, alt melur í klingur fyri tí.
Skúlin verður ikki eitt heim, sum hann átti at verið. Tað er
tí skeivt, at undirvísingarmálið er danskt, og at allar læru-
bøkurnar eru á donskum máli, at barnið skal lærast upp i einum
ððrum máli enn tað, ið móðirin talar við tað, og at hin kristna
læran skal gevast ti á einum ókunnigum máli. Lærdómurin er
ikki lagaligur fyri føroysk bðrn yvirhðvur, ti hann hvíiir ikki
á heimligum, dyggum botni, tað verður ovlítið lært um heim-
landið sjálvt og um alt tað, ið tí viðvíkir; og eigir alt hetta at
koma fyrst, síðani kann barnið hoyra og læra um annað. Lær-
dómurin kann ikki ilna, eggja og hugfanga bðrnini, einki fær
sinni teirra at sláa neistar og sál teirra at gløða, tí hann eigir
ikki rættuliga samljóð og heimvist í anda, skapi og livi fólksins.
Ja, soleiðis hevur ofta verið svarað, táið spurt hevur verið: Er
skúlaskapurin i Føroyum i fullgóðum standi? Tað kann ti
ætlast, at heila skúlasakin i Føroyum hereftir vil havast á lofti
saman við spursmálinum um málviðurskiftini. Um rætt ella
órætt í hesum spursmáli skal her als ikki dømast. Eg havi
einans drigið hetta framm her fyri at sýna, at tann almenna
interessan fyri skúlaskapi yvirhðvur í Føroyum nú er sterk
og livanđi.
Men so hevur eisini aftrat hesum fyrsta spurningi ein
annar verið gjðrdur: Hvat skal so gerast fyri skúlaskapinum
í Føroyum ? Og hevur so stundum verið svarað: Skúla-
málið er ein hin størsta og týdningarmiklasta sak, eitt fólk
eigir, tí heri stendur ella fellur hin komandi slektin og hin
komandi tíðin. Skúlaskapurin i Føroyum má broytast og um-
skapast. Føroyar eiga at fáa ein »lærdan« skúla ella latínskúla
aftur. Nú eru aðrar tíðir í Føroyum enn táið hin gamli latin-
skúlin var á lívi: landið er ríkari, lívið bjóðar størri mál, fólkið
er nógv meira, tað hevur hug at koma sær frammá og vinna
sær kunnugleika, hevur kent seg sjálvt sum ein tjóðflokk og
hevur sett sær hðg tjóðskaplig mið, so tað er eyðvitað, at fólkið
má eiga sær góðar, lærdar og andliga sjálvbjargnar menn. Men
vegurin er langur og kostingasamur fyri flest ðllum at fara út
til Danmarkar heilt á ungum aldri, og er tað ofta so skikkað.