Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 6

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 6
42 Skúlaskapur í Føroyum. um, hvat tað helt; tað vóru einans teir »stóru og klóku«, ið grundaðu yvir hetta og røđdu um hetta sínamillum. 2) at landið var fátækt og fólkið fáment. 3) at kringumstøði og líkinđi landsins ofta vóru forðandi — serliga á bygd — fyri einum lagaligum og gagnligum skúlaskapi. 4) at fólkið hevði sín egna upplýsingarmáta, heimaundirvísing, og hesin var tí kærur, hvíldi á heimligari grund og hevði víst seg at vera góður og samljóðandi við lyndi og hugsunarhátti fólksins. 5) at fólkið var vanafast og afturhildið í veran og hugsunar- hátti, helt uppá tað gamla og tók neyvan við nýggjum. 6) at hetta nýggja stóð fyri Føroyingum sum eitt ókunnigt, tvungið skúlalag, lagt á teir av útlendskum monnum, og hetta stóðst teimum við. 7) at hesin skúlaskapur í sær átti einki, ið Føroyingar kundu rópa sitt, ið teim var heimligt og eyðkent, ið hjá teim kundi vekja hugnað og kærleika at hesum máli og elva teir til gagngóða virkan fyri at skapa og fremja kunnugleika og fróðskap, sum gav ljóð í fólksins sinni og hjarta. Teir stóðu skilaleysir uppi yvir hesum máli. Alt var teim ókunnigt og óheimligt: danskt var grundarlagið og danskt var endamálið. Ein má ikki halđa, at Føroyingar í hesari tíð hava verið sørir fyri kunskap og vitan. Flest allir fremmandir menn geva teim rós fyri at vera væl upplýstir og kunskapsmiklir, serliga avskila bíbilkønir; hetta má ein takka heimaundirvísingini og fólksins góðu natúrligu gávum fyri, og fólkið virdi heimaundir- vísingina sum eina heilaga plikt og setti æru sína í at gera hana so góða og rika fyri bórnum sum gjorligt. Lesturin hevur eina mest verið í Bíblini, Kingos sálmabók, lestrabókum (Brock- mann, Lutherus o. a,). Her mugu vit eisini minnast, at Før- oyingar í kvæðum og sogum teirra hava átt stóra andliga lívs- keldu. Men spell og harmiligt er tað, at eitt so vitbjart og lærufúst fólk sum Føroyingar gjognum so langar tíðir er stongt úti frá almennari, umfatandi upplýsing av einum skúlaskapi, sum antin hevur byrgt fyri allar beinar og sóllýstar leiðir til kun- skapsins »ljósu lond« ella rikið fólkið gjðgnum dimligar, skur- slutar og illgongdar stíggjar til smásinnis og stuttskygnis, fávitsku og helftardannilsis skýmligu hellir.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.