Búreisingur - 15.03.1902, Page 6
42
Skúlaskapur í Føroyum.
um, hvat tað helt; tað vóru einans teir »stóru og klóku«, ið
grundaðu yvir hetta og røđdu um hetta sínamillum.
2) at landið var fátækt og fólkið fáment.
3) at kringumstøði og líkinđi landsins ofta vóru forðandi —
serliga á bygd — fyri einum lagaligum og gagnligum
skúlaskapi.
4) at fólkið hevði sín egna upplýsingarmáta, heimaundirvísing,
og hesin var tí kærur, hvíldi á heimligari grund og
hevði víst seg at vera góður og samljóðandi við lyndi og
hugsunarhátti fólksins.
5) at fólkið var vanafast og afturhildið í veran og hugsunar-
hátti, helt uppá tað gamla og tók neyvan við nýggjum.
6) at hetta nýggja stóð fyri Føroyingum sum eitt ókunnigt,
tvungið skúlalag, lagt á teir av útlendskum monnum, og
hetta stóðst teimum við.
7) at hesin skúlaskapur í sær átti einki, ið Føroyingar kundu
rópa sitt, ið teim var heimligt og eyðkent, ið hjá teim kundi
vekja hugnað og kærleika at hesum máli og elva teir til
gagngóða virkan fyri at skapa og fremja kunnugleika og
fróðskap, sum gav ljóð í fólksins sinni og hjarta. Teir
stóðu skilaleysir uppi yvir hesum máli. Alt var teim
ókunnigt og óheimligt: danskt var grundarlagið og danskt
var endamálið.
Ein má ikki halđa, at Føroyingar í hesari tíð hava verið
sørir fyri kunskap og vitan. Flest allir fremmandir menn geva
teim rós fyri at vera væl upplýstir og kunskapsmiklir, serliga
avskila bíbilkønir; hetta má ein takka heimaundirvísingini og
fólksins góðu natúrligu gávum fyri, og fólkið virdi heimaundir-
vísingina sum eina heilaga plikt og setti æru sína í at gera hana
so góða og rika fyri bórnum sum gjorligt. Lesturin hevur eina
mest verið í Bíblini, Kingos sálmabók, lestrabókum (Brock-
mann, Lutherus o. a,). Her mugu vit eisini minnast, at Før-
oyingar í kvæðum og sogum teirra hava átt stóra andliga lívs-
keldu. Men spell og harmiligt er tað, at eitt so vitbjart og
lærufúst fólk sum Føroyingar gjognum so langar tíðir er stongt
úti frá almennari, umfatandi upplýsing av einum skúlaskapi,
sum antin hevur byrgt fyri allar beinar og sóllýstar leiðir til kun-
skapsins »ljósu lond« ella rikið fólkið gjðgnum dimligar, skur-
slutar og illgongdar stíggjar til smásinnis og stuttskygnis, fávitsku
og helftardannilsis skýmligu hellir.