Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 23

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 23
Sógan um eina mammu. 59 »Móti mær kanst tú einki gera«, segði deyðin. »Men tað kann Várharri,«svaraði hon. »Eg geri eina, hvat hann vil«, segði deyðin. »Eg eri hans urtagarðsmaður; eg taki allar hans blómur og oll hans tro og poti niður í ti stóra paradísi i ti ókenda landinum; men hvussu tey grógva har og hvussu har er vorðið, tori eg ikki at siga tær«. »Gev mær barn mitt aftur«, segði mamman og græt og bað. Brádliga tók hon við hvorjari hond um eina vakra blómu tætt hjá og rópti til deyðan: »Eg oyðileggi hvorja einastu blómu hjá tær, tí eg eri vitleys av sorg«. »Nem tær ikki«, segði đeyðin. »Tú sigir teg at vera so ólukkuliga, og nú vilt tú gera eina aðra mommu líka so ólukkuliga!« »Eina aðra mommu!« segði tann neyðars kona og slepti brátt báðum blómunum- »Her hevur tú eygu tíni«, segði deyðin; »eg havi fiskað tey npp úr vatninum; tey lýstu so bjart; eg visti ikki, at tað vóru tini; tak tey. Tey eru nú klárari enn fyrr. Hygg so niður í tann djúpa brunnin her við! Eg vil nevna tær nðvnini á báðum teimum blómunum, tú vilđi skrikkja upp, og tú vilt síggja alla teirra frammtíð, heila teirra menniskjaliv, alt, tað ið tú vildi órógva og leggja í oyði«. Og hon hugdi niður í brunnin, og tað var ein sæla at siggja, hvussu annað teirra bleiv til vælsignilsi fyri verðina, at síggja alla ta lukku og gleði, sum spreiddist víða hvar. Og hon sá lívið hjá hinum; og tað var sorg og neyð, ræðsla og vanlukka. »Bæði tvey eru Guds vilji!« segði deyðin. »Hvðr teirra er ólukku blóman og hvðr vælsignilsins?« spurdi hon. »Tað sigi eg tær ikki«, segði đeyðin; »tó tað skalt tú vita frá mær, at onnur blóman var barns tíns; tað var bams tíns lagna, tú sást, frammtíðin hjá tínum egna bami! * Tá skar mamman í at rópa í stórari ræðslu: »Hvðr teirra var mítt barn? Sig mær frá tí! Redda tann sakleysa! Bedda barn mítt úr allari hesari vanlukku. Far heldur avstað við ti! Ber tað inn i Guds ríki! Gloym tár míni, gloym bønir mínar og alt, eg havi sagt og gjðrt!«

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.