Búreisingur - 15.03.1902, Side 23
Sógan um eina mammu.
59
»Móti mær kanst tú einki gera«, segði deyðin.
»Men tað kann Várharri,«svaraði hon.
»Eg geri eina, hvat hann vil«, segði deyðin. »Eg eri
hans urtagarðsmaður; eg taki allar hans blómur og oll hans
tro og poti niður í ti stóra paradísi i ti ókenda landinum;
men hvussu tey grógva har og hvussu har er vorðið, tori eg
ikki at siga tær«.
»Gev mær barn mitt aftur«, segði mamman og græt og
bað. Brádliga tók hon við hvorjari hond um eina vakra blómu
tætt hjá og rópti til deyðan: »Eg oyðileggi hvorja einastu
blómu hjá tær, tí eg eri vitleys av sorg«.
»Nem tær ikki«, segði đeyðin. »Tú sigir teg at vera so
ólukkuliga, og nú vilt tú gera eina aðra mommu líka so
ólukkuliga!«
»Eina aðra mommu!« segði tann neyðars kona og slepti
brátt báðum blómunum-
»Her hevur tú eygu tíni«, segði deyðin; »eg havi fiskað
tey npp úr vatninum; tey lýstu so bjart; eg visti ikki, at tað
vóru tini; tak tey. Tey eru nú klárari enn fyrr. Hygg so niður
í tann djúpa brunnin her við! Eg vil nevna tær nðvnini á
báðum teimum blómunum, tú vilđi skrikkja upp, og tú vilt
síggja alla teirra frammtíð, heila teirra menniskjaliv, alt, tað ið
tú vildi órógva og leggja í oyði«.
Og hon hugdi niður í brunnin, og tað var ein sæla at
siggja, hvussu annað teirra bleiv til vælsignilsi fyri verðina, at
síggja alla ta lukku og gleði, sum spreiddist víða hvar. Og
hon sá lívið hjá hinum; og tað var sorg og neyð, ræðsla og
vanlukka.
»Bæði tvey eru Guds vilji!« segði deyðin.
»Hvðr teirra er ólukku blóman og hvðr vælsignilsins?«
spurdi hon.
»Tað sigi eg tær ikki«, segði đeyðin; »tó tað skalt tú vita
frá mær, at onnur blóman var barns tíns; tað var bams tíns
lagna, tú sást, frammtíðin hjá tínum egna bami! *
Tá skar mamman í at rópa í stórari ræðslu: »Hvðr
teirra var mítt barn? Sig mær frá tí! Redda tann sakleysa!
Bedda barn mítt úr allari hesari vanlukku. Far heldur avstað
við ti! Ber tað inn i Guds ríki! Gloym tár míni, gloym bønir
mínar og alt, eg havi sagt og gjðrt!«