Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 29
Útheimurin.
65
G-ermammm, ið hovdu flutt inn í RómararríkiS; serliga o. u. ár
800 undir Karla Magnús keisara, ið ráddi yvir Frakklandi, megin-
partinum av Týsklandi og av Italialandi og nakað av Spanja-
landi. Hann arbeiddi ógviliga nógv fyri at hækka kultúrina og
spreiða upplýsing og kunnskapar í sínum stóra ríki. Men stutt
eftir deyða hans varð rikið býtt sundur í ein franskan, ein týskan
og ein italienskan part, og i teim eftirfylgjandi tíðunum varð
nú leingi Týskland hitt máttmiklasta ríkið. Teir týsku keisar-
arnir tá funnu tó ein javnlíka, ið ikki vildi lúta fyri teimum.
tað var pávin í Hóm, sum o. u. ár 1200 var so máttmikil, at
enntá bæði Frakklands, Týsklands og Anglands kongar máttu
lvita fyri honum. Men táið hin katólska kirkjan júst hevði vunnið
sin størsta mátt, fóru fieiri at missa trúnna uppá hana.
Teir, ið áttu mest av makt í teim nýggju germannisku
londunum vóru teir stóru jarðareigarar, adilsmenninir, ið hvor
fyri seg var at líkna við ein kong. Teir kúgaðu bæði bøndur
og býmenn og vildu ikki lúta fyri landsins kongi. Teir vóru
villir og óskoytnir, rænaðu og herjaðu og lógu í bardaga árla
sum siðla, so har var ótrygd og lógloysi i londunum. Men so
var tað, at kirkjan leiddi tankar teirra og stríðshuga teirra í
aðrar ættir.
Árábia hevði aldrin verið kúgað av nðkrum fremman-
dum; meginparturin av landinum var oyðimðrk, ið ongan elvdi
til lanđvinningar. Men o. u. 600 ár eftir Kristi føðing kom
Muhámed framm við eini nýggjari trúgv, og eftir deyða hans
breiddu Árábiumenn (Muhámedánarnir) seg sum veldigar skriður
út yvir heimin og tóku inn undir seg hóp av londum í Ásia-
landi (eisini tey, ið hitt eystara Kómararikið átti), heila Korður-
Áfrika og Spanjaland. Táið nú Árábiamenn blivu harrar í tei-
mum gomlu kultúrlondunum, lærdu teir skjótt at kenna tann
vitskap og tær snildir, ið hesi gomlu kultúrfólk hðvdu átt, og
komu teir harvið í kultúri langt framm um tey kristnu fólka-
slðgini í Evropa. Teir vóru ógviliga kønir læknar og roknu-
meistarar (tey tðlini, vit enn nýta, hava vit fingið frá teimum),
teir kendu krútið (sum teir hovđu fingið frá Kinamonnum), teir
vóru sjaldsama dugiligir smiðir, bøndur og urtagarðsmenn, og
teir førdu fyrstir rís og sukur til Evropa. Turkarnir, eitt lítið
fólkaslag yvir í Ásialandi, vóru av Árábiamonnum gjðrdir Mu-
hámedánarir. Yvir í Pálestina (gamla Gýðingalandið) fóru
Turkarnir harðliga framm móti tí nógva kristna ferðafólki, ið