Búreisingur - 15.03.1902, Page 29

Búreisingur - 15.03.1902, Page 29
Útheimurin. 65 G-ermammm, ið hovdu flutt inn í RómararríkiS; serliga o. u. ár 800 undir Karla Magnús keisara, ið ráddi yvir Frakklandi, megin- partinum av Týsklandi og av Italialandi og nakað av Spanja- landi. Hann arbeiddi ógviliga nógv fyri at hækka kultúrina og spreiða upplýsing og kunnskapar í sínum stóra ríki. Men stutt eftir deyða hans varð rikið býtt sundur í ein franskan, ein týskan og ein italienskan part, og i teim eftirfylgjandi tíðunum varð nú leingi Týskland hitt máttmiklasta ríkið. Teir týsku keisar- arnir tá funnu tó ein javnlíka, ið ikki vildi lúta fyri teimum. tað var pávin í Hóm, sum o. u. ár 1200 var so máttmikil, at enntá bæði Frakklands, Týsklands og Anglands kongar máttu lvita fyri honum. Men táið hin katólska kirkjan júst hevði vunnið sin størsta mátt, fóru fieiri at missa trúnna uppá hana. Teir, ið áttu mest av makt í teim nýggju germannisku londunum vóru teir stóru jarðareigarar, adilsmenninir, ið hvor fyri seg var at líkna við ein kong. Teir kúgaðu bæði bøndur og býmenn og vildu ikki lúta fyri landsins kongi. Teir vóru villir og óskoytnir, rænaðu og herjaðu og lógu í bardaga árla sum siðla, so har var ótrygd og lógloysi i londunum. Men so var tað, at kirkjan leiddi tankar teirra og stríðshuga teirra í aðrar ættir. Árábia hevði aldrin verið kúgað av nðkrum fremman- dum; meginparturin av landinum var oyðimðrk, ið ongan elvdi til lanđvinningar. Men o. u. 600 ár eftir Kristi føðing kom Muhámed framm við eini nýggjari trúgv, og eftir deyða hans breiddu Árábiumenn (Muhámedánarnir) seg sum veldigar skriður út yvir heimin og tóku inn undir seg hóp av londum í Ásia- landi (eisini tey, ið hitt eystara Kómararikið átti), heila Korður- Áfrika og Spanjaland. Táið nú Árábiamenn blivu harrar í tei- mum gomlu kultúrlondunum, lærdu teir skjótt at kenna tann vitskap og tær snildir, ið hesi gomlu kultúrfólk hðvdu átt, og komu teir harvið í kultúri langt framm um tey kristnu fólka- slðgini í Evropa. Teir vóru ógviliga kønir læknar og roknu- meistarar (tey tðlini, vit enn nýta, hava vit fingið frá teimum), teir kendu krútið (sum teir hovđu fingið frá Kinamonnum), teir vóru sjaldsama dugiligir smiðir, bøndur og urtagarðsmenn, og teir førdu fyrstir rís og sukur til Evropa. Turkarnir, eitt lítið fólkaslag yvir í Ásialandi, vóru av Árábiamonnum gjðrdir Mu- hámedánarir. Yvir í Pálestina (gamla Gýðingalandið) fóru Turkarnir harðliga framm móti tí nógva kristna ferðafólki, ið

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.