Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 7

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 7
Skúlaskapur í Føroyum. 43 Sum áður sagt, vóru allir prestarnir á einum máli um, at foreldrini úti á bygd hildu á við sjálv at læru born síni, men at tað var best, at ein góður danskur skúli, um gjorligt, varð reistur á fót í Havn, og at- eisini bygdaborn kundu hava loyvi til at koma til Havnar og ganga i skúla. Havnarskúli doyr soleiðis ongatið burtur, men mennist so við og við frá 1800 og uppeftir. Prestur og próstur og seinri (eftir 1816) amt- maður royndu at fáa skúlan i góðan stand, og at fáa evnaríkar og duguligar menn til lærara; og skal ein døma rættvist, so má sigast, at Havnarskúli í átjundi old ikki hevur gjort so lítið gótt; har vóru góðir menn lærarar og nógv born gingu i skúlan, eisini av bygd. Lærdómurin hevur ikki verið so litil, nærum eins við hvat hann var flest alla aðra staðnis um sama bilið. Hin slektin, sum tók við Føroyum 1856 og førdi tær á gongd framm eftir, hevði ivaleyst fyri ein part fingið nógv av sinum sjálvbjargnislyndi og arbeiðshuga i Havnarskúla. Lærarar við skúlan frá o. u. 1810 og uppeftir vóru: fyrst Jón Effersøe, Is- lendingur av ætt og sigist at hava verið skrivari hjá »Hunda- dagakonginum« Jorundi;1) siðani Kramer, ið sigist at hava skrivað hina ofta tiltiknu »Kramers roknubók« (tó veit eg ikki, um hetta er beint) og harnæst Lutzen, Erisi og Týskur av ætt; hann kom til Føroya o. u. 1837 og var lærari líka til sín deyða 1874; skúlagerð hans var soleiðis ógviliga long og hevur hon ivaleyst eisini verið bótandi og røkjandi og sett góðar fruktir hjá mon- gum, og nógv av teim, ið nú gomul eru, hava ivaleyst mangt gott at minnast aftur á Lutzen; nakað bráðlyntur og strangur maður skuldi hann vera. Alla hesa tiðina gekk undirvísingin eftir Bell-Lancaster mátanum, tað er eitt skiftingarsamt undir- visingarháttarlag frá báðum portum soleiðis, at lærarin fyrst undirvísir teim frægastu bornunum, og skulu tey so uppaftur undirvisa hinum smærru og ringaru undir umsjón lærarans.2) ') Hesin Jorund (Jðrgen Jorgensen) var ein danskur maður, ið túraðist leingi til sjós, kom síðani til Islands og gjordi seg har til einvalds- kong; hann ráddi einar tveir mánaðir, so mátti hann rýma av landi. 2) Mátin er kallaður upp eitir Skotanum Andrew Bell, ið fyrst var prestur í Leith, siðani læiari í Madras í eystara Indialandi, og Eingilskmanninum Joseph Lanoaster, ið helt skúla fyri hðrnum í einum av teim fátækstu og ússaligastu pðrtunum af London. Teir livdu um somu tíð, um ár 1800, og vóru teir fyrstu, ið henda mátan nýttu.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.