Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 12

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 12
48 Skúlaskapur í Føroyum. 4) ávoxtur av peningi 112 rd. standandi hjá stiftsráðinum. 5) leigan av tveimum merkum í jorð í Suðuroy ella av tí peningi, tær verða seldar fyri. 6) 1 p. C. av hvðrjum grindafangsti, jfr. grindareglurnar av 5 febr. 1872. 7) gávur. 8) »legatir«. Sum slík legatir kunnu nevnast: »Grunnurin til keyps av nytiligum skúlabókum til fátæk skúlabom* 550 rd., jfr. skrivilsi av 6 juni 1818 og 18 febr. 1864, og tað av presti Jens Engelsted grundaða »Deltagelses og Erkendt- lighedslegat« uppá 800 rd. til skúlaskapin í Føroyum (frá 31 desemb. 1846). Sum áður sagt, fingu foreldrini á bygd við lógini av 1854 loyvi til sjálv at halda framm við at bera umsorgan fyri at læra born síni; men heimaundirvísingin, ið eina ferð var brotin niður, var nú ikki so góð at fáa í gott lag aftur; nu rennur eisini nýggj tið upp fyri Føroyar: logtingið verður stovnað 1852, hin kongaligi handilin verður avtikin, og landið verður opið fyri fríhandli 1856; sóknaskipanir o. a. m. koma í lag. Eitt nýtt lív í vinnuvegum og ansi fyri landastýri birtist i. Fólkið rembir sær við eftir hundraðáralangum durvi, og klárvaknað byrjar tað at sansa seg um, hvar tað er og hvat tað er; tað byrjar at fara til gongu, til arbeiðis, samfelagsvii'kið at búgva og røkta, tjóðskapshugin at menna og røkja. Nógv umbroytist og umskiftist, mangt gamalt verður kollvelt ella dettur av sær sjálvum, og mangt nýtt og ókent sprettur framm; nýggj týdningarmikil verk og lívsstorv bjóðast monnum, men stórir kostir og miklar treytir leggjast við. Fólkið kemur at kenna, hvussu ncyðsýnlig ein holl andlig fyri- búgving er, og hvussu neyðturviligur kunnugleiki og lærdómur er, at tað kann vera væl lagað og ført, fyri at taka upp og røkja ðll tey mál, ið fyri hond liggja. Fólkið sær, at tað verður tðrvur til at fáa bamaskúlar í lag, til tess at hin unga slektin kann læra nakað meira enn tað, hon kundi fáa við heimaundir- vísingini, ið nú var við at detta burtur, so hon kann alast upp til sjálvvitandi og sjálvbjargin at taka mót komandi dðgum. Prestar og menn, ið dugdu á at skyna, hvat gagn góðir skúlar kundu gera, styðjaðu hesum máli. Nú fór fólkið sjálvboðið at taka sær um reiggj og fáa sær skúlar, byggja skúlahús og fáa lærarar. Antin var tað stakmenn í bygdinni ella alt bygdafólkið, ið hetta gjðrdi Táið ríkisstýrið sá hetta, at fólkið sjálvt nú so

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.