Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 13
Skúlaskapur í Føroyum.
49
hugagott starvaðist fyri at fremja upplýsing á landi, so kom tað
til og bjóðaði sína hjálp. Eftir bønarbrævum frá sóknaskipanini
í teim einsæri sókninum og eftir tilskipan frá logtingi veitir sa
ríkisstýrið úr ríkiskassanum styrk uppá 200 kr. til læraralønina
(hin partin av løninni fáa lærararnir av bygdini); eisini veitir ríkis-
kassin helftina av peningaútreiðslum, reiddar út fyri at byggja
nýggj skúlahús av steini. A henda hátt hevur tað eydnast so
við og við at fáa skúlar víða hvar á oynnum. Víst kann tað
hava gingið nakað drúgvført, mangar oyggjar og mangar bygdir
hava leingi verið treiskar og afturhildnar, men nú eru skúlar
flest allastaðnis. — 011 born, komin um 7 ára aldur,. eru skúla-
pliktig. Lærdómurin er: trúarlæra (katekismus og bibilsðga),
lestur á donskum máli, rokning, skriving, eitt sindur Danmarkar-
sðgu og landafrøði og sangur. Allar lærubøkurnar eru danskar,
danskt er undirvísingarmálið, tó nýtist føroyskt viðhvðrt. Ikki
allastaðnis eru sethús við skúlan, so lærarin stundum má ganga
um í kosti, og mangastaðnis hevur hann fieiri bygdir at vera
lærari í. Skúlin i hvðrjari sókn stýrist av sóknaskipanini og
einari skúlanevnd, sett saman av trimum monnum og presti sum
formanni; henda skúlanevnd er komin í staðin fyri hina áður
nevndu undirvísingarnevnd við lóg av 1854. Hon skal bera ans
fyri ðllum, skúlanum viðvíkjandi; lðgtingið hevur yvirumsjón,
jfr. lóg av 28 febr. 1872. Við lóg av 29 marts 1893 er veittur eftir-
peningur (pension) til almenniskúlalærarar og -lærukvinnur; við
skrivilsi av 26 juni 1893 er borin umsorgan fyri læraraeinkjum,
og endiliga er í ár komin lóg um at lærararnir skulu fáa meiri
løn. Hetta er gleðiligt, tí hetta var stórliga neyðugt.
Fyri at upplæra føroyskar unglingar til at verða skúla-
lærarar, varð eftir bønarbrævi frá lðgtingi og eftir ráðum próst
Hammershaimbs stovnaður læraraskúli i Havn 1871; jfr. skrivilsi
9 febr. 1871. Lærarar við skúlan eru teir somu sum við real-
skúlan, herfyriutan fyrsti lærarin við almenniskúlan í Havn og
Havnarprestur. Lærutíðin var í fyrstuni 2 ár, nú 3 ár. Næmin-
garnir vóru áður einans karlar, nú bæði karlar og kvinnur;
utanbýggja næmingar fáa studning uppá 100 kr. um árið. Lær-
dómurin er: trúarlæra, danskt mál (lestur, órðalæra og skald-
skapur), mannasðga (veraldarsðga og kirkjusðga), landafrøði, djóra-
læra og plantalæra, eingilskt mál, talnalæra (arithmetik), rokning,
skriving og tekning, sangur, fiólspæl og fimleiki, kenslu- og
siðvenjingarfrøði (pædagogik); umframt hetta venjast næmin-