Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 31

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 31
Útheimurin. 67 kongaveldi gjordi, at nú kom toliligur friður og trygd fyri lóg- loysið undir adilsyeldinum. Oðruvisini gekk tað i Týsklandi og í Italialandi. Tey duttu sundur i ein hóp av smárikum, og liar var einki samanbindandi kongaveldi. I Italialandi blit'u býirnir Yenedig og Genua teir størstu og máttmiklastu han- dilsbýir í Evropa; harafturímóti bleiv pavaveldið minni og minni, av tí at upplýsingin millum manna vax (soleiðis gekk tað, at júst krossferðirnar móti Turkunum, ið meiri enn nakað annað sýndi ta megi, ið pávaveldið hevði vunnið, góvu páva- veldinum deyðamein, av tí at tær framdu upplýsingina og hæk- kaðu kultúrina). I Týsklandi komu fleiri hundrað smáríkir upp. Teir týsku handilsbýirnir slógu seg sarnan í eitt stórt han- dilsfelag,- Hansafelagið rópað, ið fekk á hendur mest allan han- dilin í Norðurevropa. Bóndalandið Schweitz sleit seg heilt leyst frá Týsklandi sum eitt sjálvbjargið land fvri seg. Soleiðis var heimurin skikkaður til útmóti árinum 1500. Um tað bilið, undan og eftir 1500, hendu nakrir av teim størstu merkis- hendingum, ið nabratíð hava átt stað, hendingar, ið reiðuliga umskapaðu heimin og hækkaðu kultúrina nógv, friðaligir hen- dingar, ið virkaðu meir enn bardagar í hópatali. Ti plaga menn at siga, at »hin nýggjara tíðin« í mannasðguni nú tekur við. Tað framstigið í upplýsingi, ið tók undir við krossferðu- num, eykaðist í tiðini frá 1300—1500 so við og við. Mennis- kjan lærdi seg nýggjar snildir: menn funnu uppá at gera lum- maklokkur (ur) og klútápappir, at byggja veðurmylnur og at brúka kumpassið, at nýta krút og skjótivápn; men fyrst og fremst má nevnast, at um 1450 funnu menn uppá at prenta bøkur. Aður hðvdu bøkur verið serdeilis dýrar, at ti at ein og hvðr einstak. bók mátti skrivast; nú blivu bøkur so ódýrar, at hvðr maður kundi keypa tær, og hetta mátti fremja upp- lýsingina framm um nakað annað. Og eitt nýtt og ríkt ands- lív byrjaði um hetta bilið: lærdir menn fóru nú við ídni at lesa og granska tær gomlu latinsku og grisku bøkurnar, ið vóru goymdar niður ígjðgnum tiðirnar, og sógu teir nú, at teir gomlu hðvdu átt eitt andligt Kv, sum í mongum lutum stóð góðan mun hægri enn tað, teirra egna tíð átti og lærdu teir nú i góðum huga áv teim gomlu. Hetta nýggja andliga livið byrjaði í Italialandi, sum um hetta bilið var hitt mest upplýsta landið í Evropa, men haðan spreiddi tað seg út yvir Erakkland, Týsk- land og onnur lond. Og nú taka ðll tey nýggju kultúrtungu-

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.