Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 28
64
Útheimurin.
ríkið búðu iieiri fúlkaslug, sum hovdu litla ella onga kultúr.
Næstir Rómarunum, i norðara parti av Evropa, vóru German-
narnir, ættarfedrar at Tyskum og Norðbúgvum. Eystan fyri
teir búðu Slævamir; frá teimum eru Rusmenn og Pólakkar
ættaðir. Og 'aftanfyri Slævarnar búði uppaftur hópur av ásia-
tiskum fólkaferðum. Okkurt um fýra hundrað ár eftir Kristi
føðing, begyntu tey germannisku fólkaslogini, trongd av hinuan,
eitt fyri og annað eftir at bróta inn í rikið, og endaði tað við,
at meðan eystari helmingurin av rikinum við hovuðsetur i Kon-
stantinopel enn iieir hundrað ár varð standandi, só datt vestari
helmingurin sundur. Soleiðis var hitt stóra Rómararíkið fallið
saman og á grundini reistu nú teir fremmandu ránsmenninir
ymis germannisk smáríkir. Kultúrin fekk ein knekk, sum hon
ikki fyrr enn út móti okkara dðgum hevur vunnið aftur; ti
eisini í hinum eystari helminginum av Rómararíkinum, sum enn
stóð, gekk nógv aftur á hond við kultúrini.
0. u. 600 ár eftir Kristi. føðing var henda útskiftingin av
vestara helminginum av Búmararikinum endað; og tá ráddu i Ang-
landi Saxar og Anglar (harav navnið), i Frakklandi Frankar
(harav navnið), i Spanjalandi Yestgotar, i norðara Italialandi
Langobardar Meðan Anglarnir í Anglandi útruddaðu teir
Rómarar, ið har búðu, og goymdu teirra egna germanniska tungu-
mál, so gekk soleiðis i Italialandi, Spanjalandi og Frakklandi, at
tað gamla heimafólkið, ið var fjolment og átti hægri kultúrina, so
við og við vandi teir germannisku harrarnar av við teirra tungu-
mál. Ti er enn á dðgum tey tungumál, ið talast í hesum trimum
londunum, rómansk tungumál, tað er: hitt gamla Rómara-
tungumálið (latínið) broytt og umskapað.
Undir ðllum hesum, meðni hin gamla kultúrin næstan
gekk til grundar, var tað tó eitt, ið bleiv standandi á fðstum
fóti; tað var hin kristna kirkjan. Ja, hon gekk enntá frammá
i stórum og breiddi seg so við og við út yvir heila Evropa.
011 fólkaslðgini i vestari parti av Evropa áttu i pávanum i
Róm teirra kirkjuliga hðvdinga, so Róm nú aðru ferð og uppá
annan hátt bleiv verðinsharri (táið Rusmenn vórðu kristnaðir,
roknaðu teir seg kirkjuliga til hitt eystara Rómararikið). Tað
bleiv nú kirkjan, ið goymdi tað, ið eftir var av kultúri, niður
gjðgnum tíðirnar og bleiv lærari fyri ollum teimum nýggju
fólkaslðgunum.
Fyrst vórðu Frankarnir teir máttmiklastu av olium