Búreisingur - 15.03.1902, Page 3
Skúlaskapur í Føroyum.
39
Moller. Hann var væl lærdur maður, og vísti hug og dugnað
í sínari skúlagerð; og nógvir lærusveinar komu á hansara dogum
líka frá skúlanum á háskúlan í Keypmannahavn. Tað var,
sum skúlin nú ernaðist upp móti deyðanum, ið nærkaðist Av
monnum, ið gingu í skúla hjá honum, kunnu nevnast: prósturin
Djurhuus, Nicolai Mohr (natúrfrøðingur), Jens Chr. Svabo (natúr-
frøðingur og málgranskari), logmaður Hammershaimb og presturin
J. H. Schroter, sum allir hava haft miklan týdning í Føroya
landssðgu. Moller var leingi lærari; hann var nærlagdur, men
kundi ikki so væl at læra frá sær, tí hann stamaði, var heldur
harðlyntur og ertingasamur maður. Eisini danska skúlanum
tók hann sær av, og táið deknurin doyði, las hann har danskt
og katekismus við bðrnunum. Møller fekk læraralønina hækkaða,
men hann var síðsti rektor við Havnarlatínskúla. Landfútin
Hammershaimb skrivar 1807 til stiftamtmann Hauch, at síðani
1794 hava eingir næmingar verið í latínskúlanum í Havn. Mðller
doyði 1804; og tá hevði skúlin, ið alla sína tið hevði drigist
við ómegd og maktloysi, útlivað seg og var deyður í raki.
Hin danski almenniskúlin í Havn, sum Hans Rasmussen
hevði fingið í lag, livdi ella rættari andi eisini alla hesa tíðina
undir ringum korum, og við hvðrt hvðrvur hann heilt burt úr
sðguni. Eleiri ferðir var hugsað um at fáa í lag ein toliliga
lðgligan danskan skúla, men einki kom nakrantíð burtur úr. —
Undirvísingin var jú tær fyrstu undirgrundir i kristni, kate-
kismus og so at lesa danskt, at skriva og rokna eitt sindur.
Deknurin var jú tann, ið lærari skuldi vera, og fekk hann fyri
hetta 16 gl. um árið frá presti; men nú táið rektor kom til
latinskúlans, skulđi hann lata deknin fáa 6 gl. árliga, prestur læt
hann so fáa hinar 10 (tí prestur behelt helvtina, 50 gl. av teirri
løn, lærarin skuldi hava). Deknurin las við bðrnunum við
hvðrt í latinskúlanum og við hvðrt heima hjá sær sjálvum —
sum til bar. — Biskuparnir hava ivaleyst haft hug til at íbirta
skipaðan skúla og hava roynt at geva leiðbeiningar, og eisini
próstarnir i Eøroyum hava viðhvðrt borið framm uppskot hesum
viðvikjandi. 1745 strevaðist Hersleb biskupur fyri at fáa góða
greiðu á kirkjuroknskapunum i Føroyum; ti roknskaparnir vóru
i langar tiðir ikki komnir til hans, og vildi hann nýta tann
pening, ið kirkjunum ikki tarvaðist, til góða fyri skúlaskapi-
num. Men hesum skapaðist einki burtur úr, tí kirkjupeningurin
stóð og varð standandi fruktaleysur í handlinum í Havn. 1759