Búreisingur - 15.03.1902, Page 27
Útheimurin.
63
fyri Kristi føðing, kúgabir ay oðrum, og nú á dðgum liggur
keila landið oyðið. Eitt heldur yugri kultúrfólk vóru Fønikarnir,
ið áttu heim frammvið strondini Asiumegin Meðalhavið; teir
vóru eitt navngitið handilsfólk og dugandi í mongum snildum;
teir lærdu fyrstir at gera glas og virka purpur (skarlak) og av
Egyptamonnum hðvdu teir lært at skriva. Eisini teirra land er
nú hálvoyðið. Og matari er tað ikki við ti gamla Gýðingalandi,
ið lá innanfyri hitt fønikiska landið og sum vit kenna so væl
úr hinum Gamla Testamenti. í Persalandinum reistist o. u. 500
ár fyri Kristi føðing eitt stórt kultúrfólk. Nú er Persaríkið eitt
fáment og lítið múgvandi land, men tá var tað eitt verðinsriki,
ið legði unđir seg mest allan hinn tá kenda heimin. Tó var
eitt litið undantakilsi, Grik/carnir. Persamir royndu at kúga
Grrikkland, men teir formáddu tað ikki.
Grikkarnir vóru fáir í tali, men teir stóðu hðgt í kultúri.
At skriva hðvdu teir lært av Fønikunum, og teir elskaðu kvæðir
og song og yrking og náddu langt framm í hesum. Teir vóru
stórir handils- og landnámsmenn í Meðalhavinum, og komu á
ferðum teirra saman við ðll hini eldri kultúrfólkini, av hvðrjnm
teir lærdu allar snildir so væl, at teir brátt blivu meiri dugandi
menn enn lærumeistarar teirra. 0. u. 300 ár fyri Kristi føðing
lðgdu Grikkamir meginpartin av hinum tá kenda heiminum
undir seg og blivu soleiðis eitt verðinsfólk, og tungumál teirra
bleiv eittj verðinsmál. Hðvuðseturið fyri kultúrini var nú flytt
yvir á verðinspartin Evropa, og har hevur tað mestan verið
siðan. Vitskapurin gjðrdi stór framstig hjá Grikkunum, ikki
einans heima í sjálvum Grikklandi, men eisini í teim grisku
londunum, ið reistust í Áfrika og Ásialandi. Hin griska kultúrin
var av nógv dyggari slagi enn hinar eldri kultúrirnar. Tað
gav at bita táið Pómarnir fyri og eftir Kristi føðing lðgdu
allan heimin undir seg, eisini hina grisku verðina. Tá' formáddu
Grikkarnir tó at standa ovast i kultúri og lærdu Pómarnar allar
teirra snildir. Rómararíkið, ið byrjaði at breiða seg út frá tí
eina býnum R,óm i Italialandi, bleiv hitt størsta og máttmiklasta
verðinsriki, ið nakratið verið hevur. Rómarnir ráddu líka frá
Skotalandi langt eystur í Asialand, og frá Týsklandi (Germania
róptist tað tá) langt suður í Afrika, og í ollum hesum stóra riki
blómaði kultúrin væl. Stórir býir reistust viða hvar, handilin
var óførur, góðir og prúðir landavegir knýttu londini saman, og
eitt skipað postvesin hðvdu teir fingið í lag. Utanfyri Rómara-