Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 1
Nýggir tilburðir við
tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
frá 1920 til 1952.
ii.
Eftir R. K. Rasmussen.1)
í Fróðskaparriti 8. bók 1959 (Rasmussen'6) stendur fyrri
partur av ritgerð við somu yvirskrift sum hesi. Har verða
sjúkurnar smittuhiti, meningitis, tuberculosis universalis,
tub. miliaris peritonei, pericarditis caseosa productiva og
lungnahinnubruni frá 27/6 1920 til 26 6 1952 í omanfyri
nevnda øki viðgjørdar. — Her kemur annar partur við
framhaldi, og hann er um tuberklar í liðum og knotum,
í eitlunum, sum sita undir húðini, í kynkertlunum og bløðr«
uni, húðatuberklar og lungnatuberklar. Aftur at tí verður
skoytt eitt stykki um tey deyðu, eitt um sjúkur, sum ikki
sjáldan eru at síggja saman við smittuhita uttan tó at vera
tuberklakendar.
Tuberklar í liðum og knotum.
Hjá 14 børnum og tilkomnum fólkum (d* 9 ? 5) settu
tuberklarnir seg í liðir og knotur. 3 teirra sjúklaðust 2
ferðir — seinnu ferð í heilt aðra knotu enn upprunaliga.
Tilsamans vóru so 17 (cT 11 ?6) tilburðir. A 1. talvu eru
sjúklingarnir skipaðir eftir aldri og kyni og tilburðirnir
eftir, hvar ið sjúkan sat. Smittuhitatølini, ið tikin eru úr
omanfyri nevnda stykki í Fróðskaparriti 8. bók 1. talvu,
eru sett hjá.
') Týtt hevur Jóhannes av Sharði.