Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 9
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 15
arnar enn í nakran annan stað. 2 samfastir geislar eru her
taldir sum ein knota.
At enda kann vera orsøk til at spyrja: I. Hvussu long
tíð leið ímillum smittuna og tað, at liða* og knotutuberkh
arnir tóku seg upp hjá hesum 14, børnum og tilkomnum,
ið høvdu 17 sjúkur í liðum og knotum? II. Hvørjar tu*
berklasjúkur síggja vit ímillum smittu ella smittuhita á
annan bógvin og tuberklasjúku í liðum og knotum á hin.
I. Teir 17 tilburðirnir á 1. talvu skiftast av sær sjálvum
sundur í 3 bólkar: A. børnini, ið her øll vóru undir 13
ár, B. tey tilkomnu á 20—29 ára aldri og C. øll yvir
hendan aldur.
A. Tilsamans 4 børn: 3 gentur undir 5 ár og 12 ára
drongur, sum tilsamans høvdu 6 sjúkur í liðum og knotum:
Nr. 1, 3, 11, 12, 13 og 14. Allar hesar sjúkur komu til
sjóndar, áðrenn ár var liðið frá smittuløtuni, undantiknir
ryggjartuberklarnir (nr. 3), sum eru onnur tuberklasjúkan hjá
4 mán. gomlu gentuni (nr. 1). Teir komu 2 ár og 5 mánaðir
aftan á fyrstu sjúkuna, sum var tuberklar í vinstra knæ.
B. í hesum bólki (20—29 ár) eru 7: Nr. 2, 4, 5, 6, 7,
8 og 15. 2 teirra (nr. 4 og 5) høvdu knotutuberklarnar,
áðrenn ár var liðið frá smittuløtuni. Hjá 3 av hinum (nr.
2, 6 og 7) tók sjúkan seg upp H/z-2 ár eftir smittudagin.
Viðvíkjandi tveimum teimum síðstu vita vit einki vist um
smittukelduna ella um smittuløtuna. Tó kunnu vit um ein
teirra (nr. 8) siga, at skeiðið ímillum smittu og sjúku má
vera stytri enn 4 ár 7 mánaðir.
C. í seinasta bólkinum eru 4 tilburðir: Nr. 9, 10, 16 og
17. Hin yngsti av teim 3 monnunum (nr. 16) er maðurin
(nr. 4), ið 20 ára gamal, 7 mánaðir eftir smittuna, fekk
ryggjartuberklar, og stívliga 13 ár seinni tub. troch. major.
dxt. Hini bæði mannfólkini (nr. 9 og 10) vóru í 30*ár*
unum, tá ið knotutuberklarnir byrjaðu. Um nr. 10 kunnu
vit skera úr, at tíðarskeiðið ímillum smittu og sjúku kann
í mesta lagi verða 2 ár 10 mán. Triði maðurin (nr. 9)
tykist at hava havt eitt millumskeið uppá 20 ár í minsta