Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 50
56
Heimrustir
avgerandi fyri, hvussu stóran part garðurin hevði í bygda*
felagnum.80) Her skal viðmerkjast, at ein býlingur upp=
runaliga var tað sama sum ein garður.
Eisini aðramáta kunnu »tofter« og heimrustir líknast
saman. í Skánsku Lóg kap. 75 stendur, at »Leding, Inne
og Stud skal svares af Hustoften«,81) t. v. s., at »toften«
er grundarlagið fyri skattaálíkningini, og soleiðis man tað
eisini uttan iva hava verið við heimrustum. Um hetta sigur
Lunddahl, at hann »formoder, at Paalægget af Kongsskat
har været knyttet til saadan Inddeling af Bygderne i Byg=
linger eller visse Grunde,« og hann vísir samstundis á
navnið skattagrundir í Suðuroy.82)
Hvussu kongsskatturin er álagdur á fyrsta sinni, kann
einki sigast um, men hugsast kann, at kongsskattur hevur
verið álagdur hvørjari bygd við eini vissari hædd,83) og
tá sundurleggingin í býlingar er farin fram, er skatturin
javnaður á teir ymisku býlingarnar, óivað eftir markatalinum,
og soleiðis kann ein eisini hugsa sær, at markatalið í bygd*
ini hevur havt sína ávirkan, hvussu kongsskatturin varð
álagdur. Táið sundurleggingin í býlingar og tey seinri
býtini í sjálvum býlingunum eru farin fram, sær tað ikki
øðrvísi út enn, at skatturin er álagdur ójavnt,84) tí ein
heilur kongsskattur t. v. s. ein gyllin í peningi, kundi verða
borin av 3—4 mk. og ein annar kongsskattur — kanska í
somu bygd — av 12 mk. ella meira.85)
At bygdirnar soleiðis vórðu lagdar í skattaløg,86) kom
sum áður sagt at hava týdning undir býtinum av skatta*
grundunum í bygdini (og bjørgunum). Kongsskatturin var
ofta latin soleiðis, at kongsbóndin ella ein stórur óðals*
bóndi rindaði allan skattin fyri tí skattalagnum og kravdi
síðani hinar eigararnar eftir teirra parti,87) men tað hendi
eisini, at hann greiddi allan skattin úr egnum lumma, »da
Arbejdet med Indkrævningen vilde være langt større end
Skattebeløbets Værdi.«88)
Við hesi skattaálegging kom áskoðanin at vera tann, at
bóndin, ið rindaði kongsskattin, hevði einaræði á teimum