Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 96
102
Úrskepanđi sjúkur í liðum og ryggi
við bein, eru vit farin ov niðarlaga, og hendir hetta mest,
tá ið liðaknútan er ikin uppá.
J. Fótliður: Trilvað verður eftir fremri rond á langlegg*
inum, og sjúklingurin verður biðin um at boyggja fótin
niður, tá ber til at rena nálina beint inn í liðin undir
langleggjarrondini. Stungan er beint innanvert við sinuna
á extensor hallucis longus og 2'/2 cm úr innaru øklaknútu.
Tú krevur at hava gjørt hetta nakrar ferðir, áðrenn tað
eydnast uttan at elva pínu.
4. Axlaliður: Høgligast er at sleppa til framman ífrá,
meðan sjúklingurin situr og heldur armin eitt sindur út
frá sær og snaraðan útá. Stungan er beint undir og eitt
sindur til viks fyri processus coracoideus, og leiðin er beint
aftureftir.
5. Albogaliður: Sjúklingurin kreppir armin 90° í albog*
anum. Trilvað verður eftir ovasta enda á olecranon, og
nálin so stungin beint inn gjøgnum sinuna á triceps. Tá
ið tú bert við bein, er tað trochlea humeri.
6. Handliður: Lættligt er at sleppa inn lítlafingramegin.
Onkur heldur tær hondina á sjúklinginum benda útá við
lógvanum horvandi fram, og nálin verður stungin inn í
liðin beint niðan fyri processus styloideus ulnae.
7. Fingraliður: Stungið verður aftanífrá, meðan onkur
boyggir tær Iiðin og roynir at toga liðaknúturnar eitt sindur
hvørja frá aðrari. Best er til hesar smáu liðir at nýta morfin*
nálir.
Tá ið nálin er stungin inn, verður sogið út úr liðholuni.
Ber til at súgva liðasmyrsl útúr, er eingin ivi í, at tú ert
komin inn í liðin. Er tað, sum út verður sogið, ólíkt vanb
igum liðasmyrsli, eigur hydrocortisat ikki at verða sprænt
inn, áðrenn vissa er fyri, at sjúklingurin hevur ikki kykan
liðabruna ella okkurt tuberklamein í liðinum. Útúr smærri
liðum er vanliga so, at bert lítið ella einki fæst. Aftaná
at inn er sprænt kann tí verða roynt at súgva eitt sindur
út úr aftur av tí, sum inn er sprænt; fæst einki út úr,
hevur nálin neyvan verið inni í liðinum, og samsvarandi