Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 87
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
93
má tað viðgangast at vera heldur vánaligt úrslit í mun til
tær stóru útreiðslur, ið av slíkari viðgerð standast. Tí
hevur verið leitað eftir nýggjum viðgerðarhættum og gongdar
framtíðarleiðir munnu vera hesar:
Á annan bógvin kunnu vit hugsa okkum eina til lítar
verjandi viðgerð, sum sambært tað, ið omanfyri er greitt
frá, má verða tann, at funnin verður viðgerð, ið verjur
fyri æðrakálking, at ansað verður eftir, at sjúklingarnir,
komnir nakað til aldurs, fáa tann dygdargóða kost, ið
teimum tørvar, einamest viðvíkjandi innihaldi av kálki,
fosfóri og D^vitamini, og at sjúklinginum samstundis verður
borið viðurgjald fyri ta trótandi saltsýruframleiðsluna í mag=
anum. Serstakliga eigur áhugin at snúgva seg um kvinn*
urnar, tá ið tær eru um at fara úr barnburði, meðan tær,
sum nevnt, tá eru fyri broytingum í hormonumstøðunum,
ið elva kunnu úrkálking úr knotunum; og tá ið tær eru
við barn og hava barn á brósti, eigur at verða ansað eftir,
at tær fáa nóg mikið av kálki, fosfóri og D*vitamini. I
mannfólkabólkinum eigur áhugin serliga at snúgva seg um
tey áður nevndu kroppsligu yrkini. Sjúklingar, sum á
ungum árum eru farnir at sjúklast av spondylosis ella
arthrosis, annaðhvørt hetta er komið av ókykum knotu«
deyðum, disklopi, av tí at teir eru føddir við mjødnini
úr lið, hava havt barnalamning, ella hetta er komið av bein=
brotum, sum eru togað vánaliga í rættlag, ella av onkrum
øðrum tílíkum, eiga at verða leiðbeindir tað, ið yrki við«
víkir, tí mælt má verða til at skýggja yrki, ið leggur ov
nógv fyri brekaða liðin. Hevur sjúklingurin longu kosið
sær starv, er í mongum førum beinast at mæla til at skifta
starv. Tí altíð er best skil í at mæla til venjing av nýggjum
á ungum árum, heldur enn nøkur ár seinri at noyðast at
geva sjúklinginum avlamisstyrk vegna brek, sum sloppið
kundi verið undan. Ov sjáldan verður hugsað so, tíverri.
Á hin bógvin er nú at venda sær til framtøku viðgerðina,
og hana kunnu vit skifta sundur í ymsar bólkar, og síðan
hava hvønn teirra við orði.