Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 112
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
Í18
skaði, eins og tað verður tungt fyri samfelagið við listum
arbeiðisdøgum — teir tilburðir ikki um at tala, sum enda
í avlami.
Við fólkakunna eigur at verða miðað ímóti, at sjúklingar
á »vandaaldri« fáa dyggan kost, tað er kostur sum nóg
mikið er í av kálki, D*vitamini og eggjahvítaevni.
Hava sjúkurnar sloppið at vundið so nógv uppá seg,
at teimum tørvar viðgerð, noyðast vit við nærlagdari sjúk*
dómssøgu, óvildarkanning út í ytstu æsir, stuðlað av serb
igum starvstovukanningum og sveitavatnsvísingum, umframt
røntgenmyndum av sjúku liðunum og knotunum, at fáa
skil á tí mangan fløktu sjúkueyðkennisfrøðini, so tann
beina sjúkuavgerðin fæst burtur úr. Almikið av ymsum
øðrum sjúkum troðka seg her framat í sjúkugreiningini:
torkendir tilburðir av polyarthritis chronica, arthritis rheu*
matica secundaria, polyarthritis psoriatica, arthritis urica,
arthropathia tabetica, spondylitis anchylopoetica, liðabroyt*
ingar við ochronosis og liðapína sum framíhjá sjúkueyð*
kenni við ymiskan krabbavøxtur. Ikki skal verða farið út
í æsir, men sumt umráðandi sjúkuavgerð liðsjúkunnar við=
víkjandi fari eg at draga fram í ljós og vónandi fer tað
at gera, at útsýnið verður betur út yvir alt hetta. Hvør
tann sjúklingur, sum kennir sær mein úr rygginum eigur
at verða kannaður fyri beinleiðis og óbeinleiðis illsku í
geislunum sjálvum og fyri illsku, beinleiðis ella óbeinleiðis
í mjadnabreiðageislaliðum. Verða ein ella fleiri geislar funnir
at vera beinleiðis og óbeinleiðis eymir, tá er stórliga at
hava illgruna um, at onkur brunagerð ella niðurrívandi
gerð er í avvarðandi geislum, tað vil siga spondylitis tu*
berculosa ella frávøxstur frá krabbavøxtri og myelomatosis.
Eru mjadnabreiðageislaliðirnir beinleiðis ella óbeinleiðis
eymir, tá er í sjúkusundirgreiningini helst at hugsa um
spondylitis anchylopoetica og at taka sermyndir av mjadna*
breiðageislaliðunum og smáu ryggjaliðunum (ofta gáa vit
ikki um byrjandi spondylitis anchylopoetica). Ein stað=
bundin spondylosis, tað vil siga spondylosis, sum bert