Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 54
60
Heimrustir
astar undir innangarðsútskifting, har tað verður avgjørt,
at tey, ið bygt hava á heimrust, men ikki hava nógmikið
markatal fyri at fáa grundstykki til ognar, fáa høvi at
keypa stykkið, ella kanska tey fáa tað fyri einki.107) Tað
eru tó dømi um tílíka avhending, um eingin útskifting
hevur verið.108)
Tað er ikki so sjáldan, at ein sær skeyti uppá stykki
av heimrustum og undirskrivað av einstøkum persónum;
hesir hava ivaleyst hildið seg verið eigarar á stykkinum.
Virðið, eitt tílíkt skeyti hevur stendst sjálvandi av ognar*
heimildini hjá seljaranum til stykkið, men aloftast kann
hann bert vísa á ta longu tíð, hann hevur brúkt stykkið,
av hesum stendst so spurningurin um hevd kann vinnast
á heimrustum.
Áðrenn farið verður undir at loysa henda spurning, mega
vit fyrst vita, hvussu teir einstøku eigararnir hava rætt at
brúka heimrustir, sum eru í felag hjá allari ella einum
parti av bygdini. Tá so er, eru heimrustirnar, sum Bonne^
v/e109) sigur, til »særskilt, fælles Brug«, meðan Lunddahlu0)
málber seg soleiðis, at tær verða brúktar »i Fællig af dem,
som bebo dem,« »saaledes at enhver Beboer, naar han vil
bygge en Kæld, opsætte en Høgaard o. s. v., tager en
Plads dertil, uden at nogen derimod gør Indvending, saa*
fremt Grundene endnu synes tilstrækkelige,« eins og heima*
beiti verður brúkt »af enhver Beboer, eftersom han har
Brug for det.«
Ein dómur frá 1927UI) tekur undir við hesi áskoðan,
men leggur kortini aftrat, at ein »ikke ensidigt kann op*
føre Bygninger paa Skattegrunden uden først at have ord=»
net Forholdet til sine Medejere.« I hesi orð kann neyvan
leggjast, at tað fyrst skal vera eitt samtykki frá hinum
eigarunum, áðrenn eitt grundstykki verður tikið til byggi*
lendi. 1 nevnda sakarmáli lá tað soleiðis fyri, at ein av
skattagrundareigarunum hevði mótmælt byggingini, og tað
verður eisini sagt fyrr í dóminum, at »enhver har Ret til
en vis Brug« av skattagrundini, »saa længe der ikke af