Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 12
18 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
Nr. 8. Hjá einari gentu, ið var 2 ár, F. S. D. b. í h. 22/2 1923, komu
knotutuberklar í 2. handarbeinið á høgru hond og saman við teimum
tuberklar í eitlum í albogakreppingini, og sum kravdu skurð. Hon var
smittað av móðurini at kalla 1 ár frammanundan — sí sjúkusøgu 11 í
pettinum um tuberklar í liðum og knotum.
Nr. 9. Ein eldri systir nr. 8, A. D., b. i h. 4/10 1916, ið eisini var
smittað av móðurini og um somu tíð, varð, 10 ára gomul, 2 ár eftir
smittuna, viðgjørd á sjúkrahúsi fyri tuberklabruna í hálseitlunum.
Nr. 10 og 11. Ein 10 ára gl. drongur, H. M. H. b. í h. 9/4 1914, og
9 ára genta, H.J. b. í h. 22/8 1915, høvdu eitlasvullirnar at kalla l5/4
ár eftir seinastu negativu pirking. Tíðin ímillu smittu og sjúku er so
stytri enn hetta tíðarskeiðið. Drongurin hevði búnar eitlatuberklar
undir vinstru hond, gentan hevði búnar svullir í albogakreppingini og
undir hondini høgru megin.
Nr. 12, 13 og 14 eru 3 stórir dreingir: Ó. D., 13 ár, b. í h. 7/6 1915,
A. P. 14 ár, b. í h. 18/7 1905 og P. A. P. 17 ár, b. í h. 30/1 1908; allir
komu at strfðast við tuberklar í hálseitlunum. Alt bendi á, at teir vóru
smittaðir ávikavist 5, 10 og 7 ár, áðrenn troti gjørdist úr hesum eitlum.
Bert hjá miðlingadreinginum, nr. 13, búnaðist ongantíð.
Hin yngsti, nr. 12, b. í h. 7/6 1915, var smittaður í grannahúsi í 1923.
Júst um hesa tíðina, tá ið konan í hesum húsinum sjúklaðist við lungna-
tuberklum (+ tb) var hann hvørt kvøld inni hjá henni og hennara,
og ofta mátti vera farið eftir honum. Um somu tíð, sum lungnatuberklar
hennara vórðu funnir, hevði hann eina tíð hita, ið eftir øllum líkindum
var smittuhiti. Røntgenrannsókn vísti tub. gl. bronchialis. Tuberklar i
hálseitlunum komu 5 ár seinni.
Annar drongurin, A. P. 14 ár, b. í h. 18/7 1905, er uttan iva smitt-
aður av móður síni, sum doyði heima av lungnatuberklum, 10 ár áðrenn
sonurin gjørdist sjúkur. Sjúkan, ið tók seg upp á hálsinum, varð seinni
til trota av eitlunum undir húðini víða um á kroppinum.
Elsti av hesum trimum dreingjunum, P. A. P. 17 ár, b. í h. 30/1 1908,
mundi ivaleyst vera smittaður av manni úr húsi í grannalagnum; hesin
maður doyði 7 ár, áðrenn hálseitlarnir hjá smittaða dreinginum fóru
at vaksa.
Nr. 15. Hjá 13 ára gl. gentu, A. S. J. b. í h. 18/8 1914, liðu 3 ár frá
fyrsta positiva pirki, til tess hálseitlarnir fóru at vaksa. Var uttan iva
smittað av mostur sínari 3 ár undan pirkingini. Skeiðið ímillum smittu
og vøkstur eitlanna mugu vit so seta til 6 ár. Eingin búning.
Nr. 16 og 17 vóru systrar: H. H., b. í h. 11/4 1914 og J. H. b. í h.
15/4 1916. Tær vóru smittaðar av móður síni í 1920, og vóru tá ávika-
vist 6 og 4 ára gamlar, og 20 og 22 ár, tá ið eitlabrunin kom á háls-
inum í 1934 og 1938.
Tann eldra gentan hevði, tá ið búningin av eitlunum á 20 ára aldri