Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 24
30 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
Tann sjúklingur, ið longsta tíð hevði ímillum smittu og
lungnatuberklar, var ein genta, sum 4 ára gl. varð smittað
av móðurini í 1920. Hon var sjúk við lungnatuberklum
(+ tb) 22 ára gl. (er í sjúkusøgu 17 í stykkinum um tu=
berklar í eitlunum undir húðini). Tað liðu so hjá henni
18 ár frá smittu til sjúku. Hetta er langt tíðarskeið. Men
hjá teimum flestu yvir 60 ár á 6. og 7. talvu hevur tað
ætlandi verið væl longri.
Her er litið á, at positivt pirk varar at lcalla alt lívið,
og at nýggj smitta tí ikki kann koma. Men ikki allir eru
á einum máli um hetta. Rætt er tað, at ikki heilt fá av
teimum nakað við aldur missa evnini at vísa við pirking.
Hetta er eisini kannað og ávíst í Føroyum (RasmussenH).
Her veksur talið við positivum vísingum uttan slit til og
við 50—59 ára aldri, og eru tá 86 °/o. Nú minkar til 65 °/o
í næstu 10 árunum og veksur aftur til 71 °/o í árunum
oman fyri 70.
Farmynd I: Ikki fá børn eru smittað, áðrenn tey eru 5
ár. Nú veksur talið av smittaðum eitt sindur til 10—14
ára aldur, og so eitt reyst lop til árini ímillum 15 og 19
og aftan á tað lækkar strikan fyri 10 ára skeið líka bratt,
men longur niður. Henda farmynd steðgar í 40*árunum.
Farmynd II: Lungnatuberklarnir taka við 10 ár seinni
enn smittuhitin; fá av børnunum ímillum 10 og 14 ár eru
sjúk. Síðan reisir strikan ógvuliga. Hægst er hon í 20—24
árunum. Strikan heldur fram til 80 árini. At einki barn
undir 10 ár er á strikuni, sigur sjálvandi ikki, at tuberkla*
smittan er vandaleys smáum børnum; doyggja tey, er deyða*
atvoldin ikki lungnatuberklar. Her er 1 andlát av tuberklum
í heila og mønuserki og 1 av tub. universalis.
Farmynd III: Farmyndin viðvíkjandi andlátum av lungna*
tuberklum byrjar har smittustrikan er hægst (15—19 ár),
og longu her er hon í hæddini. Síðan fer hon víðari fram
í smáum aldum og endar í 80*árunum.