Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 24

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 24
30 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi Tann sjúklingur, ið longsta tíð hevði ímillum smittu og lungnatuberklar, var ein genta, sum 4 ára gl. varð smittað av móðurini í 1920. Hon var sjúk við lungnatuberklum (+ tb) 22 ára gl. (er í sjúkusøgu 17 í stykkinum um tu= berklar í eitlunum undir húðini). Tað liðu so hjá henni 18 ár frá smittu til sjúku. Hetta er langt tíðarskeið. Men hjá teimum flestu yvir 60 ár á 6. og 7. talvu hevur tað ætlandi verið væl longri. Her er litið á, at positivt pirk varar at lcalla alt lívið, og at nýggj smitta tí ikki kann koma. Men ikki allir eru á einum máli um hetta. Rætt er tað, at ikki heilt fá av teimum nakað við aldur missa evnini at vísa við pirking. Hetta er eisini kannað og ávíst í Føroyum (RasmussenH). Her veksur talið við positivum vísingum uttan slit til og við 50—59 ára aldri, og eru tá 86 °/o. Nú minkar til 65 °/o í næstu 10 árunum og veksur aftur til 71 °/o í árunum oman fyri 70. Farmynd I: Ikki fá børn eru smittað, áðrenn tey eru 5 ár. Nú veksur talið av smittaðum eitt sindur til 10—14 ára aldur, og so eitt reyst lop til árini ímillum 15 og 19 og aftan á tað lækkar strikan fyri 10 ára skeið líka bratt, men longur niður. Henda farmynd steðgar í 40*árunum. Farmynd II: Lungnatuberklarnir taka við 10 ár seinni enn smittuhitin; fá av børnunum ímillum 10 og 14 ár eru sjúk. Síðan reisir strikan ógvuliga. Hægst er hon í 20—24 árunum. Strikan heldur fram til 80 árini. At einki barn undir 10 ár er á strikuni, sigur sjálvandi ikki, at tuberkla* smittan er vandaleys smáum børnum; doyggja tey, er deyða* atvoldin ikki lungnatuberklar. Her er 1 andlát av tuberklum í heila og mønuserki og 1 av tub. universalis. Farmynd III: Farmyndin viðvíkjandi andlátum av lungna* tuberklum byrjar har smittustrikan er hægst (15—19 ár), og longu her er hon í hæddini. Síðan fer hon víðari fram í smáum aldum og endar í 80*árunum.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.