Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 110
116
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
urin kundi elva agranulocytosis, kom hann fyri heldur
harðari andstøðu, einamest í Danmørk, meðan hann í Nor*
egi varð nakað væl nýttur.
Nú tað vísti seg, at langtíðarviðgerð av polyarthritis
chronica við corticoidum kundi elva ringa og álvarsama
framíhjá ávirkan, fór økið, har tey vóru nýtandi at treingj*
ast, og butazolidin legði aftur land undir seg, og tá kom
í ljós, at heldur enn ikki ov nógv hevði verið avgjørt
ræðsluni fyri agranulocytosis viðvíkjandi.
Viðhvørt sæst hvítblóðkroppatalið at fella undir við=
gerðini, men talið vexur aftur, minka vit um verðin ella
halda uppat at geva evnið, og sjáldsamt er, at agranulocy*
tosis stendst av viðgerðini.
Á heiliráðdeildini á Amts* og bysygehuset í Maribo
fóru vit í 1954 undir at nýta henda tilbúning til sjúklingar
við ringum arthroses.
Treytin var tann, at eingin onnur viðgerð hevði rinið
við sjúklingarnar, hvørki alislæknalig viðgerð, røntgenvið«
gerð ella viðgerð við hydrocortisat inn í liðirnar, og at
sjúklingarnir umframt annaðhvørt vóru so væl við aldur
ella høvdu hjarta« ella lungasjúkur, sum gjørdu, at vági=
ligt var at bjóða teimum skurð. Tilbúningurin vísti seg í
stórum at linka pínu, meira enn vanligu pínudoyvandi
evnini. Heiliverðurin hjá okkum var hesin: 200 mg 4 ferðir
um dagin, minnkandi 200 mg um dagin til minnsta verðin,
ið veitti sjúklinginum toluligan livimáta, vanliga 100—300
mg butazolidin um dagin. Áðrenn farið var undir við»
gerðina, gjørdu vit blóðrannsókn út í æsur, serliga hvít«
blóðkroppatalinum viðvíkjandi, og síðan vórðu hvítblóðí
kropparnir taldir eina ferð í hvørjum mánaða. Sagt varð
við sjúklingarnar at venda sær til egnan lækna, kendu teir
sær nakað til hálstak, ið sum kunnnugt er fyrsta eyðkenni
hjá byrjandi agranulocytosis.