Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 47
Heimrustir
53
eftir á Hólum og á ovaru Hólum, tax. nr. 833: Heygs*
jorð eftir á Heyggi, tax. nr. 845: Undir Toftahúsum eftir
við Toftir og tax. nr. 862: Nesskattur eftir í Nesi.48) Hesin
seinasti man so ið hvussu er vera skattagrund. í Froðba
hava vit býlingarnar undir Skorum, á Hamri og á Bø, og
av teimum hagaleysu stykkjunum, sum taxatiónsprotokollin
hevur, kann hugsast, at tax. nr. 570: Uti á Hamri, tax. nr.
572: Bøgrundir og tax. nr. 575: Skorargrundir eru skatta*
grundir samsvarandi býlingunum.49) Eftir taxatiónsproto*
kollini eru sjey hagaleys stykki í Porkeri, og har eru sj**y
býlingar, men bert eitt av hesum, tax. nr. 394: Garðabyrgi,
kann toluliga vist setast í samband við býling (í Gørðum).50)
í Øravík er ein heldur stór heimrust, men ikki sæst hon
at vera býtt millum býlingarnar,5') og á Nesi, ið hevur
tveir býlingar, sæst einki um nakrar skattagrundir.52)
í Sandoy er tað nakað tað sama sum í Suðuroy. Heima
á Sandi eru rustararnir býttir á sama hátt sum bjørgini,53)
og um tey stendur í taxatiónsprotokollini,54) at tey eru
»i Fællig, men ere delte saaledes som kongsskatten svares«,
soleiðis at »en eller flere Kongsskatter« eru »lodtagne i
visse bestemte Fuglebjerge«. Taka vit tær jarðirnar, sum
hava ávís bjørg, sæst at hesar jarðir ið hvussu er fyri ein
part samsvara summum býlingum. Hetta sæst best í býU
ingunum Trøðum55) og Todnesi,56) men eisini kann vísast
á, at nøvn á øðrum fuglabjørgum samsvara við býlingar,
og soleiðis er tað eisini við rustarunum.57) Eftir taxatións«
protokollini eru í Skálavík58) »nogle Indengaardsstykker
af ubetydelig værdi, der henregnes som Skattegrunde, som
vel have været henlagte til visse Jorder, men ikke til sam=
lede Jorder.« Nøkur av teimum kunnu kanska setast í
samband við býlingar.59) Um teir fimm býlingarnar í Húsa=
vík eru ikki nærri upplýsingar.60) í hinum bygdunum í
Sandoy, Dali og Skarvanesi,61) eru eingir býlingar, og so^
leiðis er eisini í Skúoy.
Norðanfjørðs er tað sjáldnari at síggja heimrustir hava
samband við vissar býlingar ella partar av eini bygd, men