Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 114
120
Úrskepanđi sjúkur í liðum og ryggi
av og á at detta fram á tilburðir við polyarthritis psoria*
tica, og óhugsandi er heldur ikki, at onkuntíð kundi verið
rakt við sjúkuna, og hon eingi húðareyðkenni hevði: Sera
umráðandi er, at sjúkuavgerðin verður bein, tí viðgerðirnar
líkjast í ongum. Aðalviðgerðin av polyarthritis chronica
og polyarthritis psoriatica er enn sanocrysinviðgerðin. Eisini
vónirnar eru ógviliga ólíkar. Til hjálpar standa ymsar sveita=
vatnsvísingar. í stuttum skal eg nevna: antistreptolysin=
styrkin (AST«vísingin), antistreptohyalonidasuvísingin (A
SHíVÍsingin), streptococagglutininstyrkin (SAT« prógvið),
Rose Waaleríprógvið (óbundin sveitavatnsvísing), Hyland’s
prógv = RATsprógv (óbundin sveitavatnsvísing). Verða
saman við hesum kanningum eisini kannaðar lútligu fosfa*
tasurnar og so við ravbering eggjahvítaevnini í sveitavatn*
inum, verða heilt táir tilburðir av liðasjúkum eftir, sum
vit fáa ikki skipa í bólk. Hin eyðkenda febris rheumatica
hevur við sær ov høga AST^ og ASH»vísing og ov høgt
blóðkroppafall; viðhvørt er ov nógv av gammaglobulini,
men ikki av alphaí2íglobulini. Hjá polyarthritis chronica
finna vit ofta positiva SAT«vísing umframt positivt Rose
Waaler*prógv og RATsprógv. Eggjahvítaevnini í sveita*
vatninum eru sum hjá febris rheumatica, og lútligu fosfaí
tasurnar eru í rættlagi hjá báðum sjúkum. Fyribils royndir
okkara á heiluráðdeildini á Dr. Alexandrines hospitali
eru, at RAT*prógvið er hitt tryggasta á at líta í sjúkuaví
gerðini hjá polyarthritis chronica. Oftast eru tær nevndu
sveitavatnsvísingarnar negativar hjá liðapínum, ið stava frá
krabbavøxtri, men tá er saman við ov høgum blóðkroppa=
falli ofta at finna ov nógv av lútligum fosfatasum, ov nógv
av gamma*globulini og av alphaí2=globulinum. í flestum
førum er Wassermannvísingin positiv hjá arthropathia tabe^
tica. Mær hevur tað tókt beinast at draga hetta fram í ljós,
tó at eg havi hættað mær eitt sindur burtur frá evni mínum.
Eru vit nú vunnir fram til sjúkuavgerðina spondylosis
columnæ ella liðaarthrosis, aftaná væl og virðiliga at hava
hugsað okkum um, tá er eftir gjølla at ætla um, hvør við*