Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 45
Heimrustir
51
til hele Kvalvig Bygd som Alminding hørende Ejendomcr,
má hetta helst skiljast sum øki, ið vanliga liggja í felag,
og somuleiðis, tá ið Lucas Debes í 1672 í eini umsókn
skrivar, at »Almindingen ved Thorshavn« er »saa bebygt,
at der lidet flere folk kunne bygge der«.26) Vanligast verður
navnið almenningur nýttur um tað, ið er lagt av til gongd
o. tl. Heima á Sandi kalla teir tað almenning (teir siga
altíð »gamalur almenningur«), ið verður brúkt til gongd
hjá fólki og rossum; tó var eitt lítið jarðarstykki við
kirkjugarðin eisini almenningur; her settu teir rossini,
meðan teir vóru í kirkju.27) Somuleiðis er tað í Skálavík.
Við almenning meina teir óbýtta jørð, ið liggur sum aU
mannavegur t. d. at ríða eftir ella reka neytini eftir. I hesi
bygdini verða ikki geilir og (aðrir) almenningar nevndir
hvør sær, og soleiðis er henda sundurgreining ikki alla*
staðni.28) Eisini kann vera sagt, at ikki er munurin stórur
á geilum og øðrum almenningsgøtum.29)
Umframt um vegstrekki o. tl. verður navnið almenningur,
eisini brúkt um graslendi, sum liggja í felag. Dømi um
hetta vita vit í nógvum bygdum m. a. Sandi,30) Skálavík,31)
Haldórsvik,32) Lopra,33) Vági34) og Nólsoy.35)
Sumstaðni er almenningur fram við strondini at seta
neyst, fiskahjallar o. tl. á, t. d. á Velbastað. I Skálavík róptu
teir hesi øki sjógrundir; í hesum sambandi skal viðmerkjast,
at Lunddahl er av ti áskoðan, at strondin undir bønum
er ein »Art Alminding for Bygden« og hevur hetta sín
týdning við t. d. neystaplássum.36)
Tað er ikki sørt, ið almenningur hevur verið nýttur til
byggilendi, í Skálavík t. d. var tað vanligt at seta úthús á
almenning, tá ið hetta ikki var til hindurs fyri aðrari nýtslu
av almenninginum.37) »Almindingen ved Thorshavn«38)
vóru eisini sethús sett á, men her er orðið almenningur
sum áður sagt nýtt um øll lendi, sum lógu í felag. Sethús
munnu neyvan hava verið sett á tað, ið vanliga verður
nevnt almenningur; tað eru tó kanska undantøk.
Samantikið kunnu vit siga, at við almenning í vanligari