Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 11
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 17
undir hondini, ið tuberklasjúkir vóru. Hin 5. hevði trútnar
eitlar fyrst á hálsinum, men seinni eisini sterkan trota víða
um á kroppinum. Hjá 12 búnaðust svullirnir. 15 av hesum
19 høvdu ligið á sjúkrahúsi eina ferð ella fleiri ferðir fyri
eitlasjúku.
4. talva. Tuberklar í eitlunum undir húðini.
(Adenitis tub. subcut.)
Aldur í árum (Age) 0-4 cf 9 5-9 cf 9 10-14 cf 9 15-19 cf 9 20-24 Cf 9 45 Cf 9 0-45 cf 9
Tilburðir við eitla- tuberklum (Adenit. tub.) 1 2 3 3 3 2 4 1 9 10
Her liggur raðið, eins og í øðrum pørtum í hesi ritgerð,
at spyrja um longdina á tíðarskeiðinum ímillum smittu og
sjúku hjá hvørjum einstøkum. Sjúkusøgurnar hjá 4 av hesum
19 børnum og tilkomnum í 4. talvu benda ikki á nakað,
ið svara kann hesum spurningi. Aldur og kyn hjá hesum
4 sjúklingum eru (aldurin settur í klombrur): Nr. 1 og 2 đ
(19 og 45 ár), nr. 3 og 4 ? (14 og 23 ár). Eingin teirra
var pirkaður, áðrenn tey gjørdust sjúk, smittukeldan ókend,
og eingin hevði, tað vit vita, /yrr havt nakra sjúku av tu*
berklamppruna. 14 ára gamla gentan (nr. 3) hevði vatn á
høgra lunga saman við eitlatuberklunum. Bert 45 ára gl.
maðurin (nr. 2) hevði búnan svull.
Nr. 5 og nr. 6, 2 av teim 15, ið eftir eru, høvdu serstøðu. Sjúku-
søgurnar standa í Fróðskaparriti 8. bók í partinum um smittuhita, sjúku-
søgurnar nr. 3 og 4. Annar (nr. 3) er unglingi, 21 ára gamal, ið fekk
smittuna ígjøgnum ein sting í einum fingri og saman við tí svull og
hartil trota og búning av svulli í albogakrepping og eitlum undir hondini.
Hin tilburðurin (nr. 4) er knappliga 8 ára gomul genta; orsøk er til at
halda, at hon er vorðin smittað ígjøgnum mandlurnar, síðan troti og
seinni búning av hálseitlunum. So hon hevði eisini smittuhita.
Nr. 7. 15 ára drongur, J. P. J. b. í h. 9/5 1915, hevði fyrst smittuna,
5 mánaðir seinni vatn á høgra lunga, og upp aftur 2 mán. seinni vuksu
hálseitlarnir, men búnaðust ikki. Tá ið so aftur 7 mán. vóru lidnir:
lungnatuberklar við tubbasteyrum i spýttinum.
2