Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 11

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 11
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 17 undir hondini, ið tuberklasjúkir vóru. Hin 5. hevði trútnar eitlar fyrst á hálsinum, men seinni eisini sterkan trota víða um á kroppinum. Hjá 12 búnaðust svullirnir. 15 av hesum 19 høvdu ligið á sjúkrahúsi eina ferð ella fleiri ferðir fyri eitlasjúku. 4. talva. Tuberklar í eitlunum undir húðini. (Adenitis tub. subcut.) Aldur í árum (Age) 0-4 cf 9 5-9 cf 9 10-14 cf 9 15-19 cf 9 20-24 Cf 9 45 Cf 9 0-45 cf 9 Tilburðir við eitla- tuberklum (Adenit. tub.) 1 2 3 3 3 2 4 1 9 10 Her liggur raðið, eins og í øðrum pørtum í hesi ritgerð, at spyrja um longdina á tíðarskeiðinum ímillum smittu og sjúku hjá hvørjum einstøkum. Sjúkusøgurnar hjá 4 av hesum 19 børnum og tilkomnum í 4. talvu benda ikki á nakað, ið svara kann hesum spurningi. Aldur og kyn hjá hesum 4 sjúklingum eru (aldurin settur í klombrur): Nr. 1 og 2 đ (19 og 45 ár), nr. 3 og 4 ? (14 og 23 ár). Eingin teirra var pirkaður, áðrenn tey gjørdust sjúk, smittukeldan ókend, og eingin hevði, tað vit vita, /yrr havt nakra sjúku av tu* berklamppruna. 14 ára gamla gentan (nr. 3) hevði vatn á høgra lunga saman við eitlatuberklunum. Bert 45 ára gl. maðurin (nr. 2) hevði búnan svull. Nr. 5 og nr. 6, 2 av teim 15, ið eftir eru, høvdu serstøðu. Sjúku- søgurnar standa í Fróðskaparriti 8. bók í partinum um smittuhita, sjúku- søgurnar nr. 3 og 4. Annar (nr. 3) er unglingi, 21 ára gamal, ið fekk smittuna ígjøgnum ein sting í einum fingri og saman við tí svull og hartil trota og búning av svulli í albogakrepping og eitlum undir hondini. Hin tilburðurin (nr. 4) er knappliga 8 ára gomul genta; orsøk er til at halda, at hon er vorðin smittað ígjøgnum mandlurnar, síðan troti og seinni búning av hálseitlunum. So hon hevði eisini smittuhita. Nr. 7. 15 ára drongur, J. P. J. b. í h. 9/5 1915, hevði fyrst smittuna, 5 mánaðir seinni vatn á høgra lunga, og upp aftur 2 mán. seinni vuksu hálseitlarnir, men búnaðust ikki. Tá ið so aftur 7 mán. vóru lidnir: lungnatuberklar við tubbasteyrum i spýttinum. 2
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.