Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 16
22 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
3 tey fyrstu høvdu tuberklapirrur í húðini. Tær tóku seg upp hjá
teirri yngru (O. K.) av gentunum 1 ár, aftaná at hon var smittað, og
hjá hinari (A. D.) 6 ár eftir hetta tíðarbil. Húðasjúkan hjá dreinginum
(H.J.J.) kom 3 mánaðir eftir smittuhitan; hann doyði 20 ára gl. av
lungnatuberklum og hevði hesa sjúku í bert 3 mánaðir.
Maðurin (D. J.) hevði aftantil á útsíðuni á vinstra læri, umleið eina
løgd undir trochanter major, eitt skilliga avmarkað øki av sjúkari húð,
ið hevði seg eitt sindur upp. Tvørmát 21/2X2!/2 cm. Knykilin varð
burturskorin. Sýneykurannsókn vísti húðatuberklar. Vøksturin hevði
verið í 3 ár. 2 ár frammanundan var pirkið -K Tíðarskeiðið frá smittuni,
og til tess sjúkan kom, var langt, men tó styttri enn 5 ár. 3 ár seinni,
27 ára gamal, vatn á vinstra lunga, 28 ára gl. á høgra lunga, 29 ára
gl. lungnatuberklar (+ tb).
D. J. fekk viðgerð á bróstsjúkrahúsinum bæði fyri teir báðu lungna-
hinnubrunarnar og fyri lungnatuberklarnar. Fyri tær báðar fyrstu sjúk-
urnar í 7 og 4 mánaðir. Báðu ferðirnar, tá ið hann varð innlagdur,
vóru funnir lungnatuberklar, men við ongum tubbasteyrum í spýttinum.
Vatnið á lungunum kom so saman við nýggjum lungnatuberklum. Teir
eru tí ikki taldir uppí tilburðirnar við vatni á lungunum, — sí stykkið
um hesa sjúku.
Seinasti av teim her nevndu sjúklingunum við húða=
tuberklum var konufólk (M. M. J.), 55 ár; hon hevði lupus
vulgaris. Sjúkan sat bert á nøsini og kjálkanum, og hon
hevði havt hana í mong ár, hvussu mong vita vit ikki.
Sjúkuavgerðin lupus vulgaris er ikki heilt viss, kann henda
er Boeck’s sarcoid tann rætta.
Hetta, ið omanfyri er skrivað, kunnu vit taka saman
soleiðis: Tað vóru 4 ung fólk á aldrinum 10—24 ár við
húðatuberklum. Sjúkuna fingu tey 1 ár, 6 ár, 3 mán. og
í mesta lagi 5 ár eftir smittu. Um tann 5. sjúklingin, sum
var konufólk, 55 ár, vita vit einki.
Lungnatuberklar.
Lungnatuberklar, tuberculosis pulmonum, eru í hesi rit*
gerð at skilja sum tær lungnabroytingar, ið við lurting,
banking ella ávísing av tubbasteyrum við strokkanning,
eftir øllum líkindum mugu vera henda sjúka. Løgið kann
tað tykjast at avmarka tuberklarnar uttan at tikin verður