Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 16

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 16
22 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 3 tey fyrstu høvdu tuberklapirrur í húðini. Tær tóku seg upp hjá teirri yngru (O. K.) av gentunum 1 ár, aftaná at hon var smittað, og hjá hinari (A. D.) 6 ár eftir hetta tíðarbil. Húðasjúkan hjá dreinginum (H.J.J.) kom 3 mánaðir eftir smittuhitan; hann doyði 20 ára gl. av lungnatuberklum og hevði hesa sjúku í bert 3 mánaðir. Maðurin (D. J.) hevði aftantil á útsíðuni á vinstra læri, umleið eina løgd undir trochanter major, eitt skilliga avmarkað øki av sjúkari húð, ið hevði seg eitt sindur upp. Tvørmát 21/2X2!/2 cm. Knykilin varð burturskorin. Sýneykurannsókn vísti húðatuberklar. Vøksturin hevði verið í 3 ár. 2 ár frammanundan var pirkið -K Tíðarskeiðið frá smittuni, og til tess sjúkan kom, var langt, men tó styttri enn 5 ár. 3 ár seinni, 27 ára gamal, vatn á vinstra lunga, 28 ára gl. á høgra lunga, 29 ára gl. lungnatuberklar (+ tb). D. J. fekk viðgerð á bróstsjúkrahúsinum bæði fyri teir báðu lungna- hinnubrunarnar og fyri lungnatuberklarnar. Fyri tær báðar fyrstu sjúk- urnar í 7 og 4 mánaðir. Báðu ferðirnar, tá ið hann varð innlagdur, vóru funnir lungnatuberklar, men við ongum tubbasteyrum í spýttinum. Vatnið á lungunum kom so saman við nýggjum lungnatuberklum. Teir eru tí ikki taldir uppí tilburðirnar við vatni á lungunum, — sí stykkið um hesa sjúku. Seinasti av teim her nevndu sjúklingunum við húða= tuberklum var konufólk (M. M. J.), 55 ár; hon hevði lupus vulgaris. Sjúkan sat bert á nøsini og kjálkanum, og hon hevði havt hana í mong ár, hvussu mong vita vit ikki. Sjúkuavgerðin lupus vulgaris er ikki heilt viss, kann henda er Boeck’s sarcoid tann rætta. Hetta, ið omanfyri er skrivað, kunnu vit taka saman soleiðis: Tað vóru 4 ung fólk á aldrinum 10—24 ár við húðatuberklum. Sjúkuna fingu tey 1 ár, 6 ár, 3 mán. og í mesta lagi 5 ár eftir smittu. Um tann 5. sjúklingin, sum var konufólk, 55 ár, vita vit einki. Lungnatuberklar. Lungnatuberklar, tuberculosis pulmonum, eru í hesi rit* gerð at skilja sum tær lungnabroytingar, ið við lurting, banking ella ávísing av tubbasteyrum við strokkanning, eftir øllum líkindum mugu vera henda sjúka. Løgið kann tað tykjast at avmarka tuberklarnar uttan at tikin verður
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.