Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 49
Heimrustir
55
Lunddahl sigur eisini, at »hver Bygling oprindelig er til*
delt et bestemt Marketal, saa at de derværende Grunde
skulde høre sammen med en tilsvarende Andel af Bøen,«
og hesin bøur »skulde ganske eller for største Parten være
beliggende omkring eller ved Byglingen.« Vit kunnu næstan
siga, at tað er sermerkt, at hvør býlingur fekk sínar heim*
rustir, tá bygdirnar í miðøldini vórðu lagdar í býlingar.76)
Sjálvandi kann einki verða sagt við vissu um hetta, men
vit vita, at tá tann fyrsta búreisingin í niðursetubygdum
fór fram í 19. øld, var eitt øki lagt av til heimrustir (ser*=
liga byggilendi),77) og tað kann tí væl hugsast, at soleiðis
hevur eisini verið, tá ið býlingarnir komu. Aðurnevnda
skjal frá 1412 bendir kanska eisini á tað sama.78)
Tað man ikki hava verið tann gamla dyrkaða bøin, teir
hava tikið til heimrustir; hann hava teir spart, og í út*
jaðaranum á bønum eru øki ruddað til hús og heimabeiti
o. tl., og hesu ruddaðu støð (rudd=staðir) eru so vorðin
ogn hjá hesum býlingunum burturav. Hin gamli bøurin man
kortini leingi hava ligið í felag fyri allar býlingarnar, eins
og hagin til alla bygdina hevur ligið í felag. Tað er uttan
iva rætt, sum Lunddahl sigur, at hvørjum býlingi er Iíknað
eitt vist markatal. Eitt býtistal má hava verið nýtt fyri at
koma til talið á seyði, hvør býlingur kundi hava í einum
felagshaga, og fyri at vita hvussu avgrøðin av bønum, ið
var røktur sum »hopemark«,79) og lunnindini skuldu býtast,
og sum grundarlag fyri hesum býti hevur markatalið sjálv*
sagt verið nýtt.
Tá ið heimrustir í fyrstuni soleiðis ivaleyst hava verið
tær einastu serognir hjá teimum einstøku býlingunum, er
tað ikki óhugsandi, at hetta er vorðið skilt soleiðis, at
markatalið var knýtt at heimrustum. Nakað hitt sama vita
vit um frá eysturnorðurlendskari (danskari og svenskari)
jarðarfelagsskipan. Her hevði hvør garður sína serogn »tof*
ten« ella »tomten«, sum í fyrstuni helst bert hevur verið
túnið við einum lítlum gyrdum stykki til at vaksa um
húsini, kálgarð o. tl. (»hustoften«); henda serognin var so