Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 49

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 49
Heimrustir 55 Lunddahl sigur eisini, at »hver Bygling oprindelig er til* delt et bestemt Marketal, saa at de derværende Grunde skulde høre sammen med en tilsvarende Andel af Bøen,« og hesin bøur »skulde ganske eller for største Parten være beliggende omkring eller ved Byglingen.« Vit kunnu næstan siga, at tað er sermerkt, at hvør býlingur fekk sínar heim* rustir, tá bygdirnar í miðøldini vórðu lagdar í býlingar.76) Sjálvandi kann einki verða sagt við vissu um hetta, men vit vita, at tá tann fyrsta búreisingin í niðursetubygdum fór fram í 19. øld, var eitt øki lagt av til heimrustir (ser*= liga byggilendi),77) og tað kann tí væl hugsast, at soleiðis hevur eisini verið, tá ið býlingarnir komu. Aðurnevnda skjal frá 1412 bendir kanska eisini á tað sama.78) Tað man ikki hava verið tann gamla dyrkaða bøin, teir hava tikið til heimrustir; hann hava teir spart, og í út* jaðaranum á bønum eru øki ruddað til hús og heimabeiti o. tl., og hesu ruddaðu støð (rudd=staðir) eru so vorðin ogn hjá hesum býlingunum burturav. Hin gamli bøurin man kortini leingi hava ligið í felag fyri allar býlingarnar, eins og hagin til alla bygdina hevur ligið í felag. Tað er uttan iva rætt, sum Lunddahl sigur, at hvørjum býlingi er Iíknað eitt vist markatal. Eitt býtistal má hava verið nýtt fyri at koma til talið á seyði, hvør býlingur kundi hava í einum felagshaga, og fyri at vita hvussu avgrøðin av bønum, ið var røktur sum »hopemark«,79) og lunnindini skuldu býtast, og sum grundarlag fyri hesum býti hevur markatalið sjálv* sagt verið nýtt. Tá ið heimrustir í fyrstuni soleiðis ivaleyst hava verið tær einastu serognir hjá teimum einstøku býlingunum, er tað ikki óhugsandi, at hetta er vorðið skilt soleiðis, at markatalið var knýtt at heimrustum. Nakað hitt sama vita vit um frá eysturnorðurlendskari (danskari og svenskari) jarðarfelagsskipan. Her hevði hvør garður sína serogn »tof* ten« ella »tomten«, sum í fyrstuni helst bert hevur verið túnið við einum lítlum gyrdum stykki til at vaksa um húsini, kálgarð o. tl. (»hustoften«); henda serognin var so
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.