Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 89

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 89
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi 95 teirra. í Europu vóru tað sjálvandi munkarnir, ið bókí lærdir vóru, sum fyrstir fingu frænir av handaviðgerðini, men teir góvu sær bert lítið far um hetta, og tí vann hon mest sum einki fram. Tá ið eystrómverska ríkið í 1453 fór ísundur, og teir Iærdu leitaðu burtur haðan, kom handa* viðgerðin til heiðurs og virði, men ikki fyrr enn um 1867 varð viðgerðin henda reiðuliga skipa, hesum fyri at takka monnum sum hálendska læknanum Johan G. Mezger og gitnu skurðlæknunum von Rosengeil, Langenbeck og Bilb roth. Undangongumenn í norðurlondum vóru Johannes Helweg og Hans Janssen. Handaviðgerðin ger Iívvirkisliga um seg í vevnaðunum, tí hon víðkar háræðrarnar, so blóð= streymurin og innsoguumstøðurnar batna. Av hesum minkar spenningurin í vevnaðunum, og helst man tað vera megin* atvoldin at tí, at pínan linnar. Vøddaspenningar taka seg upp, er vøddi nýttur ov leingi í senn ella í skeivari ar= beiðisstøðu. Tá kunnu koma víðgongdir vøddatrotar, eins og vit síggja teir hjá ovurvandum ítróttarmonnum ella heldur meira staðbundnir trotar í ávísum vøddabólkum, ymiskar eftir yrki sjúklinga og støðum teirra, tá ið teir arbeiða. Handaviðgerðin hevur sín stóra rætt, tá ið hon verður givin, bert tá ið ráðiligt er, men hon er komin í ringt orð, tí at hon í tíð og úrtíð verður nýtt bæði av sjúkrahúslæknum og útilæknum, og tíðum til tann bólkin av sjúklingum, ið kallaðir verða neurastenikarar. Ofta verður viðgerðin her byrjað, so friður fæst fyri teimum eina tíð, og sjúklingunum dámar hetta væl, tí nú kenna teir við sær sjálvum, at nakað hendir. Sera sjáldan er skil í at geva handaviðgerð sum einastu viðgerð, fyri tað mesta eigur hon at vera givin saman við onkrari hitaviðgerð, eitt nú heitum ballingum ella stuttbylgjum, eins og tað er til mikið gagn saman við hesum at íðka venjingarviðgerð, so at blóð=> streymurin í avvarandi vøddi vexur uppaftur meira. Tøkini í handaviðgerðini og hetta kynstur annars hoyra ikki upp í umrøðuna her. Ahugað verða víst til serbók= mentir um evnið1,10-18.
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.