Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 89
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
95
teirra. í Europu vóru tað sjálvandi munkarnir, ið bókí
lærdir vóru, sum fyrstir fingu frænir av handaviðgerðini,
men teir góvu sær bert lítið far um hetta, og tí vann hon
mest sum einki fram. Tá ið eystrómverska ríkið í 1453
fór ísundur, og teir Iærdu leitaðu burtur haðan, kom handa*
viðgerðin til heiðurs og virði, men ikki fyrr enn um 1867
varð viðgerðin henda reiðuliga skipa, hesum fyri at takka
monnum sum hálendska læknanum Johan G. Mezger og
gitnu skurðlæknunum von Rosengeil, Langenbeck og Bilb
roth. Undangongumenn í norðurlondum vóru Johannes
Helweg og Hans Janssen. Handaviðgerðin ger Iívvirkisliga
um seg í vevnaðunum, tí hon víðkar háræðrarnar, so blóð=
streymurin og innsoguumstøðurnar batna. Av hesum minkar
spenningurin í vevnaðunum, og helst man tað vera megin*
atvoldin at tí, at pínan linnar. Vøddaspenningar taka seg
upp, er vøddi nýttur ov leingi í senn ella í skeivari ar=
beiðisstøðu. Tá kunnu koma víðgongdir vøddatrotar, eins
og vit síggja teir hjá ovurvandum ítróttarmonnum ella
heldur meira staðbundnir trotar í ávísum vøddabólkum,
ymiskar eftir yrki sjúklinga og støðum teirra, tá ið teir
arbeiða. Handaviðgerðin hevur sín stóra rætt, tá ið hon
verður givin, bert tá ið ráðiligt er, men hon er komin í
ringt orð, tí at hon í tíð og úrtíð verður nýtt bæði av
sjúkrahúslæknum og útilæknum, og tíðum til tann bólkin
av sjúklingum, ið kallaðir verða neurastenikarar. Ofta verður
viðgerðin her byrjað, so friður fæst fyri teimum eina tíð,
og sjúklingunum dámar hetta væl, tí nú kenna teir við
sær sjálvum, at nakað hendir. Sera sjáldan er skil í at geva
handaviðgerð sum einastu viðgerð, fyri tað mesta eigur
hon at vera givin saman við onkrari hitaviðgerð, eitt nú
heitum ballingum ella stuttbylgjum, eins og tað er til mikið
gagn saman við hesum at íðka venjingarviðgerð, so at blóð=>
streymurin í avvarandi vøddi vexur uppaftur meira.
Tøkini í handaviðgerðini og hetta kynstur annars hoyra
ikki upp í umrøðuna her. Ahugað verða víst til serbók=
mentir um evnið1,10-18.