Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 113
Úrskepanđi sjúkur í liðum og ryggi
119
røkkur um ein ella tveir geislar, gevur nógvan illgruna um,
at sjúklingurin hevur diskúrskeping, og honum tørvar tá
ofta aðra viðgerð enn hevði hann meira víðgongda spom
dylosis. Ivast vit í, um sjúka er góð= ella illkynjað, kunnu
blóðkroppafallið og kanning av lútligum og súrum fosfat*
asum veita' okkum upplýsingar sum ikki kunnu metast
nóg høgt. Sjúkueyðkenni frá rygginum saman við nógv
øktum súrum fosfatasum eru oftast orsakað av cancer
prostatae; øktar lútligar fosfatasur og ov høgt blóðkroppa*
fall umleið 100 eru oftast orsakað av myelomatosis. Øking
av lútligum fosfatasunum einsamøll er at finna við fráí
vøxtur frá krabbavøxtri, men eg má gera vart við, at lúb=
ligu fosfatasurnar eisini eru øktar við meira góðkynjaðum
sjúkum sum osteomalacia og hyperparathyreoidismus og
so við eina sjúku, sum als ikki nemur við knotulagið, og
tað er tiptan gulusótt. Venda vit okkum nú at liðsjúk*
unum, so er eyðkenni, sum vit vita tað, at vanligast
leggjast arthroses á stóru liðirnar, so hugleiðingar okkara
í sjúkusundurgreiningini koma at ríða millum arthroses
øðrumegin og hinumegin arthropathia tabetica, ochronotÍNkar
liðabroytingar, arthritis rheumatica secundaria og liðapínur,
ið eru framíhjá eyðkenni hjá ávísum krabbavøxtrum. Eitt
nú eru ofta bágar í knæliðinum við neoplasma malignum
pulmonis. Eisini blóðkroppafall og Wassermann=rannsóknir
kunnu her vera til hjálpar. Eina sjúku vil eg serliga draga
fram, og er tað »noduli Heberdenw. Tað er arthrosissnið,
ið setur seg í útliðurnar á fingrunum. Tíðast er hon at
finna hjá konufólki og tekur seg upp, tá ið tær eru um
at fara úr barnburði. Mótvegis polyarthritis chronica elvir
hon ofta til nógvar hugleiðingar í sjúkusundurgreiningini.
Umráðandi er her at leggja sær í geyma, at polyarthritis
chronica primaria ger seg bert inn á mið og grundliðir á
fingrunum, men tíverri, eitt undantak er, sum her í Før*
oyum kann villa, og tað er, at hitt sonevnda polyarthritis
psoriatica eisini ger seg inn á útliðirnar á fingrunum.
Psoriasis er sera vanlig sjúka í Føroyum, og tí er hugsandi