Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 14
20 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
meir; hjá einum einstøkum var millumskeiðið 18 ár. Tih
samans 5 børn, ið vóru 10 ár ella yngri; tey eru øll at
finna í fyrsta bólki.
Sum fleiri ferðir nevnt vóru tilsamans 19 børn og til»
komin við tuberklatrota í eitlunum Komu teir nú í trongum
sambandi við framkomuna av øðrum tuberklasjúkum, ella
komu teir uttan nakað samband við tílíkar sjúkur? Um
hetta fáa vit at vita niðanfyri.
Vit taka her ikki við nr. 5, 6 og 8. Tvey tey fyrstu
høvdu eitlatrota, sum var partur av nýtyrpingini. Hjá tí
síðsta kom eitlabrunin sum eftirdøttur eftir knotutuberklar.
Tilsamans verða so 4 (nr. 3, 7, 17 og 18), har tuberklar
í eitlunum undir húðini og tuberklasjúkur í lungunum og
lungahinnuni koma nakað samtíða.
Tuberklar í kynkertlum og bløðru.
Hjá 5 mannfólkum og 1 konufólki settu tuberklarnir
seg í kynkertlarnar og bløðruna.
4 av teimum 5 monnunum høvdu tuberklarnar báðumegin,
og bert ein hevði sjúkuna øðrumegin (vinstru megin); hetta
var 57 ára gl. maður. (N. N., b. í h. 20/9 1881), elstur av teim»
um øllum. Hjá ongum gjørdust bæði eistini tuberklasjúk
samstundis. Millumbilið var frá 6 mánaðum til stívliga 2 ár.
Hjá omanfyri nevnda 57 ára gl. manni og hinum næst*
elsta (S. N. b. í h. 12/9 1888), ið var 38 ár, kenna vit ikki
smittubilið. Tað hevur ætlandi verið langt afturi í tíðini.
Hvørgin teirra hevði havt nakra tuberklasjúku undan eistna»
tuberklunum og heldur ikki aftaná. Hjá tí fyrra varð gjørd
semicastratio sin., hjá tí seinna var castratio sin. neyðug,
og 2 ár seinri, tá ið sama sjúkan eisini tók seg upp høgru
megin, castratio dxt.
Tann yngsti av hinum 3 (S. S. b. í h. 23/12 1907) varð
í 1922, 15 ára gl. smittaður við tuberklum av einari systur
síni. Hann varð sjúkur av tub. testis et epididym. sin. 4 ár
seinni, 19 ára gl. Stívliga 2 ár seinni fekk hann somu sjúku
í h. eista. Eingin tuberklasjúka frammanundan ella aftaná.